Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Ari: – HB hevði tað sera torført móti AB í dag

Aftaná 1-1 javnleikin millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á Ara Mohr Jónsso…

03.05.2026
Øssur: – AB hevði uppiborið trý stig í dag

Undan dystinum millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali hevði høvuðsvenjarin hjá AB, Øssur Hansen verið nøgdu…

03.05.2026
Sigfríður: – Javnleikur 1-1 var eitt rættvíst úrslit

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen helt í samrøðu við reportaran hjá FM1, Brynjar J. Pouls…

03.05.2026
Hanus Højgaard: – 1-1 móti EB/Streymi er eitt góðkent úrslit

Aftaná 1-1 javnleikin móti EB/Streymi á Svangaskarði fekk Brynjar J. Poulsen orðið á Hanus Højgaard hjá B68, i…

03.05.2026
Markus Hellisdal (Skála ÍF), Bjarki Nielsen (AB) og Jóan Pauli Jacobsen vóru gestir í “3. hálvleiki”

Frásøgumaðurin, Brynjar Jacobsen var eisini á gátt, og samrøður vóru at hoyra við Christian F. Andreasen, FSF …

03.05.2026
Klæmint: Vit høvdu gott tamarhald á dystinum

Aftaná 4-0 sigurin á 07 Vestur á Dungasandi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk Brynjar J. Poulsen orð…

30.04.2026
Schjønberg iðrar seg um fyrra hálvleik

Aftaná 0-4 tapið fyri NSÍ á Dungasandi í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk Brynjar J. Poulsen orðið á …

30.04.2026
Jóhan á Mýrini: – NSÍ dugdi væl at taka av møguleikunum

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá málunum í fjórðingsfinaluni 07…

30.04.2026
Hanus: – B68 undirpresteraði

Hanus Højgaard var als ikki nøgdur við avrikið hjá B68 í 0-3 steypafjórðingsfinalutapinum fyri KÍ á Svangaskar…

29.04.2026
Eli Simonsen: – HB var omaná meginpartin av dystinum

Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Eli Simonsen taka samanum steypafjórðingsfinaluna HB-B36 3-1 (2-0). Eli heldur, at …

29.04.2026
Gilli: – Góðkent at KÍ vann seg víðari til hálvfinaluna

Aftaná 3-0 fjórðingsfinalusigurin á B68 á Svangaskarði fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Gilla R. Sørensen. Gilli …

29.04.2026
Jákup Martin: – Talan er um stórt vónbrot

Tað var ein vónbrotin høvuðsvenjari hjá B36, Jákup Martin Joensen sum Trygvi Absalonsen fekk orðið á aftaná 1-…

29.04.2026
André: Vit vinna fult uppiborið í dag

Trygvi Absalonsen fekk orðið á ein fegnan høvuðsvenjara hjá HB, André Olsen aftaná 3-1 fjórðingsfinalusigurin …

29.04.2026
André: – Vit runnu aftaná í fyrra hálvleiki

Aftaná 0-2 tapið fyri KÍ á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá HB, André…

26.04.2026
Jákup B fegnast um aftursvarið hjá KÍ aftaná slaka avrikið á Argjum

Tað var ein fegin liðskipari hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, ið Trygvi Absalonsen fekk orðið á aftaná 2-0 sigurin …

26.04.2026
Øssur: – Verjuspælið og gjøgnumbrotini haltaðu hjá AB

Aftaná 1-4 heimatapið fyri B36 fekk Per D. Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen, ið staðfesti,…

26.04.2026