Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup Martin: – B36 var greitt omaná í seinna hálvleiki

Aftaná 4-1 sigurin hjá B36 á Argjum fekk Per D. Jacobsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen,…

26.04.2026
Kenslan hjá Sigfríði er alt annað enn góð aftaná 0-2 tapið fyri 07 Vestur

Aftaná 0-2 heimatapið hjá EB/Streymi fyri 07 Vestur fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Stre…

26.04.2026
Van der Heyden: – Eg sá málverjin var langt uttanfyri brotsteigin

Jasper van der Heyden økti til 2-0 til 07 Vestur úr 40-metrum í 2-0 sigrinum á EB/Streymi við Margáir. Hoyr ha…

26.04.2026
Liðskiparin hjá Skála ÍF fegnast um javnleikin sum teir stríddu seg til

Aftaná dystin undir Mýruhjalla: Skála ÍF-Víkingur 0-0 fekk Brynjar Jacobsen orðið á liðskiparan hjá Skála ÍF, …

20.04.2026
Viðmerkjarin hjá FM1 og Sølvi staðfesta: Skála verjir ótrúliga væl

Hoyr fyrst viðmerkjaran hjá FM1, Gert Hansen taka samanum dystin undir Mýruhjalla: Skála ÍF-Víkingur 0-0, og h…

20.04.2026
Sigfríður gleðist um leikliga avrikið – men harmast nakrar dómaraavgerðir

Aftaná súra 0-1 tapið hjá EB/Streymi við Løkin, har NSÍ skoraði sigursmálið í 97. minutti fekk Trygvi Absalons…

20.04.2026
Hoyr sigursmálið og hoyr Michal seta orð á yvirtíðarsigurin hjá NSÍ

Hoyr fyrst frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá ótrúliga sigursmálinum Michal Przybylski skoraði í 97. mi…

20.04.2026
Bartal Wardum: – Kenslan er ræðulig aftaná 1-3 tapið fyri B68

Bartal Wardum staðfesti í samrøðu við Brynjar Jacobsen, at kenslan var ræðulig aftaná 1-3 (0-1) tapið hjá HB f…

19.04.2026
Hoyr hvussu B68 vann 3-1 á HB, samanumtøku og samrøðu við sigursmálskjúttan

Hoyr fráaøgumannin, Brynjar Jacobsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá málunum í dystinum B68-HB 3-1 (1…

19.04.2026
Hoyr sigursmálið hjá Onnu Brændstrup og samanumtøkuna hjá Allani Dybzak

Hoyr Pætur Nolsøe siga frá sigursmálinum Anna Brændstrup skoraði fyri Føroyar móti dystarenda í 1-0 HM-undanka…

18.04.2026
Óluva og Birita fegnast um týðandi sigurin á Georgia

Hoyr stuttu samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdu við landsliðsleikararnar, Óluvu A. Joensen og Biritu Ryan um 1-0 H…

18.04.2026
– Má royna at halda málstimanum – og hótta málið hjá teimum

Ásla Johannesen trívist væl í álopskenda leiklutinum, og liðskiparin fegnast um eina framgongd á føroyska liðn…

17.04.2026
Emil Weihe Joensen: – NSÍ spældi sera væl í kvøld

Aftaná 7-1 stórsigurin hjá NSÍ á EB/Streymi í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, ið var leik…

16.04.2026
Sigfríður um 1-7 stórtapið: – Hetta var øðiliga tungt hjá okkum

Í samrøðu við Agnar Prestá um 1-7 stórtapið við Margáir móti NSÍ í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgman…

16.04.2026
Pauli: – Skála ÍF brendi ov nógvar stórar málmøguleikar

Í samrøðu við Trygva Absalonsen um 0-1 tapið fyri 07 Vestur í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgmansstey…

16.04.2026
Schjønberg: – Tað skal ikki síggja gott út tá ein vinnur seg víðari í steypakappingini

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg um 1-0 heimasigur…

16.04.2026