Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Hoyr Jóannes, Mads Boe, Jákup B, formannin, venjaran, Árna og Páll seta orð á steypasigurin og greipuna hjá KÍ

Hoyr gullsamrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við Jóannes K. Danielsen, fyrra málskjúttan, Mads Boe Mikkelsen, liðs…

31.10.2025
KÍ-Víkingur 2-0 (1-0) – Hoyr málini, dystarendan og samanumtøkuna hjá Teiti Joensen

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Teitur Joensen siga frá málunum Mads Boe Mikkelsen og P…

31.10.2025
Hoyr steypafinalu-upptaktssendingina við Áka Johansen og Teiti Matras Gestssyni

Áki Johansen og Teitur Matras Gestsson vóru gestir hjá Pæturi Nolsøe í upptaktssendingini undan steypafinaluni…

31.10.2025
Petur og Klæmint: verjuspælið má betrast

Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ, ið ikki eru heillt nøgdir …

25.10.2025
Formaðurin: FC Suðuroy fer niður við røttum ryggi

Hoyr frásøgumannin, Per D. Jacobsen og viðmerkjaran, Finn Johannesen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystin…

25.10.2025
Ari og ítróttarstjórin eru ótrúliga lættir um bjargaða sætið hjá 07 Vestur í Betrideildini

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá teimum seks málunum, ið vóru sk…

25.10.2025
Árni, Tummas, Odmar og Jákup B. fegnast um FM men hava fult fokus á steypafinaluna nú

Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi við Løkin í Runavík, har hann prátaði við umboð fyri FM-vinnararnar hjá K…

25.10.2025
U19 venjarin hjá Víkingi: Hetta var ein øðiliga dýrur læripeningur fyri okkara dreingir

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum átta málunum Genk skorað…

22.10.2025
André: Kollektivi hugburðurin er framúr – Obbekjær: Nú má NSÍ vinna á KÍ

Hoyr frásøgumannin Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum á NSÍ á ovara vø…

19.10.2025
Heimildarmennirnir hjá FM1: Eyðun Thorgeirsson: 17 ára gamal lokalur málskjútti var sólskinssøgan í dag – Eyðstein Zachariasen: EB/Streymur ætlar sær sætta plássið

Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1, Eyðun Thorgeirsson og Eyðstein Zachariasen taka samanum dystirnar: KÍ-TB 6-0 …

19.10.2025
Viðmerkjararnir: 1-1 var rættvíst – Fróði: Ein vánaligur dystur hjá B68 – Schjønberg: 07 Vestur reisti seg í seinna hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og vælmannaða viðmerkjaraliðið, Hera Wang Danielsen og Jóhan á Mýrini si…

19.10.2025
U21-landsliðsvenjarin og liðskiparin: Vit spæla ein góðan dyst men Sveis var neyvari

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Pauli Jacobsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru sk…

14.10.2025
U21: Fara eftir sigrinum móti Sveis á Sveis

U21-landsliðið spælir í dag seinna dystin í hesum umfarinum, og tað verður móti Sveis á Tórsvølli klokkan 18. …

14.10.2025
Tróndur Arge: Millum fimm tey bestu úrslitini nakrantíð hjá føroyska landsliðnum

Petur Asbjørn Lervig fekk eisini Trónd Arge frá Televarpinum, Kringvarpinum og Ellivu at taka samanum bragdið …

12.10.2025
Nú fara 2-1 málskjúttin og Geza eftir at fáa stig móti Kroatia í Zagreb

Petur Asbjørn Lervig fekk eisini orðið á seinna málskjúttan, Martin Agnarsson, ið skoraði sigursmálið til 2-1 …

12.10.2025
Landsliðsvenjarin: Grundin til góðu úrslitini var løgd í november í fjør

Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig staðfesti Eyðun Klakstein, at góðu úrslitini og góðu avrikini í hesari unda…

12.10.2025