Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup Martin kann fegnast um at B36 legði frá landi við sigri

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen, ið kann fegnast um, …

08.03.2026
Claus Mogensen staðfestir út av lagi vánaligan fyrra hálvleik

Hoyr samrøðuna Pætur Nolsøe gjørdi við landsliðsvenjaran, Claus Mogensen um EM-undankappingardystin Portugal -…

08.03.2026
Samrøða: Hanus Højgaard um 0-2 tapið hjá B68 á Argjum

Hoyr samrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við Hanus Højgaard hjá B68 um 0-2 tapið hjá B68 fyri AB í vøllinum inn…

08.03.2026
Samrøða: Øssur Hansen um 2-0 sigurin hjá AB á B68

Hoyr samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen um 2-0 sigurin AB vann á B68…

08.03.2026
Jákup B. Andreasen: – Vit vóru sera uppsettir til dystin í dag
28.02.2026
André Olsen: – Vit eru klárir til kappingarbyrjan
28.02.2026
Marita Debess Magnussen leggur frá sær sum B36-forkvinna 1. mai

Tað ber ikki til at vera bæði tað og aðalskrivari í ÍSF. – Har skal eg seta meg inn í hvussu sambondini arbeið…

26.02.2026
Geza fer at goyma skitnu FA Cup-blusuna

Vit hava sjálvsálit sum lið, og tað kennist væl at spæla fast, sigur føroyingurin, sum varð kosin dagsins spæl…

16.02.2026
Eyðun Klakstein: – Vit mugu góðtaka treytirnar og taka av avbjóðingini

Ítróttarliga hava vit avgjørt ein møguleika í hesum bólkinum, sjálvt um langa ferðingin og fýra tættir dystir …

13.02.2026
– Kundi verið stuttligt at møtt Íslandi – men hugsa mest um tað ítróttarliga

Tíðliga í kvøld verður greitt hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti i Nations League í heyst. Eyðun Klakstein er í…

12.02.2026
Jóan Símun: – Dugi ikki at síggja hví vit ikki kunnu vinna á øllum hasum liðunum

Jóan Símun Edmundsson heldur, at føroyska landsliðið einki hevur at ræðast, nú Nations League-lutakastið nærka…

06.02.2026
Errin stóribeiggi: – Tað var hektiskt men eri bara glaður Andriasar vegna

– Sum 16-ára gamal fekk hann at vita, at hann ikki fór at spæla í Superliguni. Nú er Andrias Serie A-spælari, …

04.02.2026
Bjartalíð til Kasakstan: Torført at samskifta – men teir ætla at byggja rundanum meg

– Eg dugi ikki ordiliga at siga navnið á liðnum enn – og ei heldur skilji eg nógv. Men hetta er øðrvísi og spe…

03.02.2026
– Løgið at Real Madrid ikki hevur ringt og keypt fýra spælarar

Longri samrøða við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, venjarar á føroyska landsliðnum, sum hava sitið við róðr…

19.11.2025
Eyðun Klakstein: Skuldu fingið eitt mál afturat

Tað endaði sum vit ætlaðu at vit vunnu dystin. Ikki pent, snøgt og trygt í samanspælinum allatíðina, men vit v…

18.11.2025
Helvtin av liðnum skift út

Nógvir nýggir fáa møguleikan at prógva seg í venjingardystinum móti Kasakstan týsdagin. 5 til 6 broytingar ver…

17.11.2025