Tú lurtar eftir

Magne: Vit hava havt eina góða venjingarviku

09.07.2024

– Vit hava nógvar fingið nógvar upplýsingar um FK Auda, so vit hava fyrireika okkum væl. Liðið hevur góðar einstaklingar, men liðið er kanska ikki so væl samanspælt. Tað sigur venjarin hjá B36, Magne Hoseth, nú B36 er í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har seinastu fyrireikingarnar eru til dystin í annaðkvøld. Magne Hoseth sigur, at tað er eitt sindur óvist, hvussu góð fótbóltsdeildin er í Lettlandi, men at har eru nakrir góðir fótbóltsspælarar. – Vit mugu spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað kann røkka. Allir spælarar eru tøkir, men Mihau (Michael Przybylski, jour.) hevur ein lítlan skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur, greiðir B36 venjarin frá fyri FM1. Auda liggur í løtuni nummar seks í bestu deildini í Lettlandi, Virsliga. Í fjør endaði Auda á triðja plássi í deildini, men árið fyri – í 2022 – vann Auda steypakappingina í Lettlandi, sum er einasti heiður, ið felagið hevur fingið í 55 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum heldur til beint sunnanfyri høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga. FM1 fer at siga frá dystinum millum FK Auda og B36, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður. Hoyr samrøðu við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

.

Allar sendingar í røðini
Týðilig niðurgongd í fuglameinginum seinastu áratíggini

Í vísindaligari grein um gongdina hjá sjófugli í Føroyum síðan fyrst í 1970'árunum verður víst á týðiligu niðu…

23.05.2025
2025-05-22 – Tíðindi kl 17 hósdag

Hálvt triðja ár í fongsul. – Sólorka til svimjihøllina. – Broyta útbúgvingar. – Lutakast hjá kvinnunum. – sjóf…

22.05.2025
2025-05-19 – Tíðindi kl 12 mánadag

Politikkur. – Samrøða við Regin Jacobsen: Fyrsti ársfjórðingurin í 2025 hjá Bakkafrost. – Oljan gevur streymin…

19.05.2025
Heimsins elsta yrkisfelag vann elstu kappingina

Heimsins elsta fótbóltsfelag eitur Sheffield Football Club, sum varð stovnað í 1857, meðan Notts County Footba…

17.05.2025
B36 varpið

Høvuðsungdómsvenjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen vitjar

15.05.2025
– Okkara Suðuroyartunnil er betri fyri brúkaran og samfelagið

Nú ein vika er til løgtingið skal taka endaliga støðu til Suðuroyartunnilin, vísa teir tríggir, Kristian Stórh…

12.05.2025
Tjóðhild grøna virðisløn og Blái krossur grøna gávu

Hóskvøldið var Grønu virðislønin hjá Tórshavnar Kommunu latin og var hon í ár latin Tjóðhild Patursson. Tjóðhi…

10.05.2025
Umhvørvisátøk heiðraði í Kaldbak

Tórshavnar kommuna heiðraði umhvørvisák á Grøna kvøldinum í Kaldbakshøllini hóskvøldið 8. mai. Kristianna W. P…

10.05.2025
Hoyr heimildarmennirnar hjá FM1 taka stutt samanum dystirnar: 07 Vestur-EB/Streymur 0-1 og B36-FC Suðuroy 1-0

Jóhan á Mýrini og Bogi Simonsen vóru heimildarmenn hjá FM1 í kvøld. Jóhan staðfestir, at nú 07 Vestur er á ber…

09.05.2025
TONIK 2025 samrøða nr. 8: Rókur Jákupsson VIRKA

FM1 sendir beinleiðis frá TONIK ráðstevnuni í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Triðja beinleiðis samrøðan P…

09.05.2025
TONIK 2025 samrøða nr. 5: Niels A. Wetterberg frá Danish Games

FM1 sendir beinleiðis frá TONIK ráðstevnuni í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Triðja samrøðan hjá Árna Gre…

09.05.2025
Djóni: Áhugaverdur spurningur at flyta vetrarfrítíðina í sambandi við EM

Nú tað tykist greitt, at túsundtals føroyingar fara til Oslo hálvan januar 2026 til EM í manshondbólti, hevur …

09.05.2025
2025-05-08 – Tíðindi kl 12 hósdag

Tørva góðar demokratiskar leiðarar, samrøða við: Bjørt Samuelsen. – Sildin flutt seg norðureftir at gýta. – Lø…

08.05.2025
Inter í finaluni í Champions League eftir sigur á Barcelona

UEFA Champions League, seinna hálvfinalaInter – Barcelona 3-3 (2-0) (Eftir longda leiktíð 4-3) (Samlað 7-6) In…

06.05.2025
2025-05-06 Tíðindi kl 12 týsdag

Tunnilstøl. – Løggilding av handverkaarmeistarum. – Javnaðarflokkurin landsstevnu við Tjarnir. – Eirikur á fun…

06.05.2025
2025-05-05 – Tíðindi kl 12 mánadag

Vilja hava frágreiðing um Bústaðir. – Fiskamarknaðurin, samrøða við: Høgni Hansen. – Ongin installatør-útbúgvi…

05.05.2025