Tú lurtar eftir

Magne: Vit hava havt eina góða venjingarviku

09.07.2024

– Vit hava nógvar fingið nógvar upplýsingar um FK Auda, so vit hava fyrireika okkum væl. Liðið hevur góðar einstaklingar, men liðið er kanska ikki so væl samanspælt. Tað sigur venjarin hjá B36, Magne Hoseth, nú B36 er í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, har seinastu fyrireikingarnar eru til dystin í annaðkvøld. Magne Hoseth sigur, at tað er eitt sindur óvist, hvussu góð fótbóltsdeildin er í Lettlandi, men at har eru nakrir góðir fótbóltsspælarar. – Vit mugu spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað kann røkka. Allir spælarar eru tøkir, men Mihau (Michael Przybylski, jour.) hevur ein lítlan skaða at dragast við, men vit vóna, at hann verður klárur, greiðir B36 venjarin frá fyri FM1. Auda liggur í løtuni nummar seks í bestu deildini í Lettlandi, Virsliga. Í fjør endaði Auda á triðja plássi í deildini, men árið fyri – í 2022 – vann Auda steypakappingina í Lettlandi, sum er einasti heiður, ið felagið hevur fingið í 55 ára gomlu søguni hjá felagnum, sum heldur til beint sunnanfyri høvuðsstaðin í Lettlandi, Riga. FM1 fer at siga frá dystinum millum FK Auda og B36, og Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður. Hoyr samrøðu við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

.

Allar sendingar í røðini
Fyrsta norska liðið í europeiskari hálvfinalu…

Tann 13. juli 2022 vant KÍ burtur úr norsku meistarunum í Djúpumýru, tá føroysku meistararnir vunnu 3-1. Talan…

20.04.2025
15 ára gamal íslendingur skoraði hattrick

KR úr Reykjavík er elsta og mest vinnandi felagið í íslendskum fótbólti, har teir hava vunnið bestu deildina 2…

19.04.2025
Barcelona kom afturíaftur á meistarakós

Undir leiðslu av týska venjaranum Hansi Flick tykist FC Barcelona aftur at hava funnið fótafestið. Í kvøld lei…

19.04.2025
Fyrrverandi kroatiskur landsliðsleikari latið lív

Heilar tríggjar ferðir vann Nikola Pokrivač (f. 26. novembur 1985) á herviligu krabbameinssjúkuni, men í gjárk…

19.04.2025
Útvísing av málmonnum kann kosta meistaraheitið

Farna sunnudag endaði grannauppgerðin í Keypmannahavn við, at Brøndby vann 2-1 á FCK í Parkini. Daniel Wass sk…

19.04.2025
Betrideildin 6. umfar: KÍ hølvaði HB av – Brandur bjargaði aftur NSÍ

KÍ og NSÍ hava framvegis fult stigatal í Betrideildini hjá monnum og síggja út til at fara at dystast um meist…

18.04.2025
Italsk perla úr Róm í Filmsfelagnum

Frá Filmsfelagnum: Italsk perla úr Róm í Filmsfelagnum Mikudagin sýnir Filmsfelagið eina italska perlu ður Róm…

17.04.2025
Maðurin handan undrið í Istanbul fyllir 65 ár

Tann 16. apríl 1960 var Rafael Benítez Maudes føddur í Madrid. Fótbóltsspælið fekk hann inn við móðurmjólkini,…

17.04.2025
Eg góðtaki ikki svarið frá BUMR

Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki góðtaka, at argjabørn ikki sleppa at ganga í skúla í sínari bygd Aftaná su…

15.04.2025
Ungur hoyvíkingur vann á royndum telvara

Ungi hoyvíkingurin, Elias Petersen vann eitt sindur óvæntað móti Hans Kristiani Simonsen í fyrsta umfarið í La…

13.04.2025
Flogbóltsvenjari leikbann fyri happing á netinum

Flogbóltssamband Føroya avgjørdi fyrri í víkuni, at leikandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, skal hava langt …

12.04.2025
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum KÍ-Víkingur frá klokkan 18.55

Regin Sivertsen sigur beinleiðis frá dystinum millum føroyameistararnar tey undanfarnu fýra kappingarárini. Jó…

12.04.2025
Altjóða dartkappingar á Glasi um vikuskiftið

Dartleikarar úr nýggju ymiskum londum eru við í atjoða dartkappingum Faroe Islands Darts Open og Tórshavn Dart…

09.04.2025
Hattrick hetjan

Robert Earnshaw er var føddur 6. apríl 1981 í Mufulira í Zambia, men vaks upp í Bedwas í Suðurwales. Hann er e…

06.04.2025
Eitt ógrundað spark gav deyðamein

Sovjetsamveldið varð mett millum sterkastu tjóðirnar, tí teir høvdu júst vunnið EM 1960, har teir í finaluni m…

06.04.2025
Nýtt føroyskt met í 100 metra bringusviming

Lea Osberg úr Ægir betraði í gjár føroyska metið og juniormetið í 100 metra bringusviming tvær ferðir. Í B-fin…

06.04.2025