

Málverjin hjá VÍF: – Hetta var ein stríðssigur
15.02.2026Hoyr Pætur Nolsøe siga frá seinastu løtuni av seinnu Faxe Kondi hálvfinaluni hjá kvinnum VÍF-Neistin 25-25 (12-9), ið gevur VÍF ein samlaðan 49-48 hálvfinalusigur. Vit hoyra hvussu Fríða Nolsøe Olsen javnar til støðuna 25-25 við brotskasti, og eftir tað stórbjargingina hjá Idu Mai Nielsen beint undan dystarloki. Í samrøðu við Pætur Nolsøe staðfesti danska Ida Mai, at talan var um ein stríðssigur, og hon er ovurfegin um at røkka Faxe Kondi finaluni í høllini við Tjarnir.
















