Talgildi samskiftispallurin, Skype, kollvelti samskiftismøguleikarnar í 2003, og flestu føroyingar hava roynt at “skypa” við skyldfólk og vinir um allan heim. Skype gav vanligum brúkarum møguleika at tosa við hvønn annan og síggja hvønn annan samstundis.
Men Skype fer nú í søguna og letur aftur nú mánadagin, eftir at hava verið í brúk í meira enn tjúgu ár.
Tað vóru danski Janus Friis, svenski Niklas Zennström og fíludeildingstænastan Kazaa, sum stovnaðu Skype í 2003.
Skype var longu í 2005 selt til eBay fyri 18 milliardir krónur, og í 2011 keypti Microsoft samskiftistænastuna fyri 44 milliardir krónur.
Microsoft fer nú bara at brúka samskiftispallin Teams. Brúkarar á Skype verða fluttir ókeypis yvir í Teams. Samtalur og upplýsinar frá Skype kunnu takast niður fram til januar 2026.
Hóast Skype einaferð hevði 150 milliónir brúkarar, megnaði Skype ikki at fylgja við tøkniligu menningini og kappingini við aðrar samskiftistænastur, sum hava fleiri møguleikar enn Skype.
Serfrøðingar meta, at fyri nógvar brúkarar verður skifti frá Skype til aðrar tænastur trupult, tí tær flestu krevja meira av brúkaranum.
Her heima í Føroyum hava tey flestu Messenger, sum verður nógv brúkt til talgildar samtalur, og undir koronatíðini gjørdust samskiftispallar sum Zoom og Teams eisini kendir fyri flestu føroyingar. Aðrar tænastur eru Line, Telegram, Google Voice, Discord, Signal, WhatsApp, bara fyri at nevna nakrar.