Verandi uppskot um nettrygdarlóg hevur fingið mótspæl og verður sannlíkt broytt áðrenn tað verður lagt fram í tinginum. Fleiri trupulleikar eru við uppskotinum og teimum sera víðfevndu heimildum tað gevur myndugleikum, vísti KT ráðgevin Torben Nielsen á í gjár.
Hoyringsfreistin gongur sum skilst út tann 1. februar, og fleiri hoyringssvar eru komin inn, og hoyringsfundir fara í løtuni fram, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
“Vit arbeiða í løtuni intenst við hoyringum og fundum, so har verða uttan iva tillagingar,” segði landsstýrismaðurin við FM1 í stuttari viðmerking í morgun.
“Hetta er eitt øgiliga komplext og stórt øki, men vit mugu hava eina lóg innan nettrygd,” segði Høgni Hoydal.
“Ymisk sjónarmið eru at hoyra, eitt nú um víðfevndar heimildir. Uppskotið sum fyriliggur er ikki endaligt… Eg kann siga so mikið sum at tað verður neyvan sama sum fer niðan í tingið.”
Ein ‘nettrygdardepil’ sum verður settur á stovn við lógaruppskotinum verður ætlandi lagdur undir Gjaldstovuna, sum frammanundan eitt nú umsitur Talgildu Føroyar fyri uttan roknskapirnar og útgjaldsskipanina hjá tí almenna og KT Landsins.
“Vit lesa hetta sum ein nýggjan stovn við lóggevandi, útinnandi og dømandi makt, ið fær full rættindi at gera alt við øll,” segði Torben Nielsen.