Mikkjal Hellisá: – EB/Streymur var betra liðið í seinna hálvleiki
23.08.2026Aftaná 2-0 (0-0) heimasigurin hjá EB/Streymi á AB gjørdi Trygvi Absalonsen eina telefonsamrøðu við liðskiparan hjá EB/Streymi, Mikkjal Hellisá. Mikkjal heldur, at talan var um ein javnan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki var EB/Streymur betra liðið, og tá eydnaðist eisini at skjóta tvey mál.