Nýggj farmaruta til Póllands

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faroe Ship boðar á heimasíðu síni frá, at felagið fer undir nýggja farmaruta beinleiðis til Póllands.

Fyrsta fráferð verður fríggjakvøldið 7. februar 2025, og siglt verður hereftir 14. hvønn dag.  
Nýggja farleiðin verður eitt skjótt og álítandi sjóvegis samband við spennandi møguleikum fyri bæði innflutnings- og útflutningsvinnuna.
Nýggju fráferðirnar verða soleiðis:

ReykjavíkMikudag (fráferð)
VestmannaoyggjarHósdag
TórshavnFríggjadag
ImminghamSunnudag
Świnoujście/FredrikstadMikudag
AarhusFríggjadag
TórshavnSunnudag
ReykjavíkTýsdag (koma)