,

Nýggjar reglur kunnu gera at norð­menn fara at bunkra minni í Før­oy­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Høg oljuavgjøld í Noreg hava í eina tíð fingið fleiri norsk skip at bunkra olju uttanlands, ikki minst í Hetlandi og Føroyum. Tó eru oljufeløgini Effo og Magn ymisk á máli um útlitini fyri hesar veitingar til norsk skip.

“Vit merkja eitt sindur til ein vaksandi eftirspurning frá norskum skipum,” sigur Sverri Steintún, sølustjóri á Effo. “Vit meta eisini at hetta kann fara at vinda upp á seg.”

Tað sum vanliga ger at skip bunkra á einum stað er at hetta liggur væl fyri í mun til siglingarleið og tíð, umframt at kostnaður og tænastustig gera seg galdandi.

Hjá norskum skipum eru oljuavgjøldini í heimlandinum eftir øllum at døma nóg høg til at tað kann loysa seg at sigla yvir til Hetlands ella eitt vet longri, nevniliga til Føroyar, fyri at bunkra olju bíligari. Hinvegin eru nýggjar reglur nú komnar í gildi um afturrindan av oljuavgjaldi, sum kunnu gera at norsk skip fara at gera minni við at bunkra uttanlands.

“Vit hava selt væl til norsk skip í longri tíð,” sigur Julian Johansen, sølustjóri á Magn. “Men síðan 1. januar er ein broyting komin í gildi í teirra regluverki sum ávirkar hvat skipini kunnu fáa afturrindað, og har bendir ymiskt á at tað hereftir ikki fer at loysa seg so væl sum tað hevur loyst hjá teimum at bunkra uttanlands.”

Magn hevur bunkristøðir í Havn og í Klaksvík, meðan Effo hevur í Havn, Søldarfirði og í Fuglafirði; síðstnevnda støð kann eisini veita tungolju. Ein munandi partur av tí sum verður selt til skip fer tó ikki umvegis bunkristøðir men ístaðin við tangabili. Oljuveiting við tangabili hevur tann fyrimun fyri skipini at hon kann avgreiðast uttan mun til hvar kai tey liggja við kai – tíð og umstøður loyva ikki altíð øllum at leggja til bunkristøð.