Svenska Thunbolagen, eisini kent sum Erik Thun AB, hevur skrásett enn ein nýbygning í ta føroysku altjóða skipaskránna, boðar Sjóvinnustýrið frá.
Talan er um plug-in hybrid farmaskipið Spiken, sum er góð 2.900 BT til støddar og lastar 5.100 DWT. Hetta er annað skipið í Lake Vanern Max sniði sum Thun hava bygt. Tað fyrra, Lidan, varð skrásett í FAS tann 30. september í ár.
Lake Vanern Max sniðið optimerar lastiorkuna fyri at fáa sum mest rúmd í avmarkaðum siglingarleiðum sum Vänern í Svøríki. Eisini er sniðið ment til at kunna lasta mest møguligt og samstundis brúka minst møguligt av orku, sambært reiðaríið.
Hybrid skipanin í hesum farmaskipum er eitt battarí sum minkar um brúkið av hjálpimotorum og minkar munandi um útlátið, verður upplýst. Hybrid skipanin ger tað eisini møguligt at minka munandi um larm tá skipið liggur við bryggju, sigur Sjóvinnustýrið.