

Øssur: – AB hevði uppiborið trý stig í dag
03.05.2026Undan dystinum millum HB og AB á ovara vølli í Gundadali hevði høvuðsvenjarin hjá AB, Øssur Hansen verið nøgdur við javnleik 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum. Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfestir Øssur tó, at AB var betra liðið, og hevði uppiborið trý stig í dag. Øssur er stoltur av sínum monnum, ið hann heldur spældu flottan fótbólt í dag.














