

Pætur er vónríkur undan dystinum móti Georgia
05.06.2026Klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið týðandi HM-undankappingardyst á útivølli móti Georgia. Við sigri hava Føroyar møguleika – um onnur úrslit laga seg – at sleppa at spæla røkkstøkk dystir um rættin at sleppa til HM-endaspælið í Brasil í 2027. Í tíðindasendingini klokkan 12 fekk Árni Gregersen orðið á landsliðsvenjaran, Pætur Smith Clementsen, ið hevur góðar vónir undan dystinum.














