

Pauli Mittún og Teis Horn Rasmussen: Gott at kunna ferðast til Oslo við einum sigri í viðførinum
11.01.2026Hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Pætur Nolsøe gjørdi við fimmmálsskjúttan, Paula Mittún og fermálsskjúttan, Teis Horn Rasmussen aftaná 38-34 (18-17) sigurin á Italia í aðalroyndini undan EM-endaspælinum, ið byrjar fríggjakvøldið klokkan 19.30 við dysti móti Sveis í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo. Pauli fegnast um stóra leiklutin hann fekk í dystinum í dag, og hann og Teis fegnast báðir um at kunna ferðast til Oslo við einum sigri í viðførinum. Tað var týdningarmikið, at staðfesta høllina við Tjarnir sum sterkan heimavøll.













