Landsbankin skrivar, at í 2024 høvdu føroysku peningastovnarnir samanlagt eitt úrslit á 792 milliónir krónur áðrenn skatt. Tað er ein vøkstur á 2 prosent samanborið við 2023, tá ið úrslitið var 776 milliónir krónur.
Vøksturin í 2023 stavaði serliga frá framgongd í grundrakstrinum, har nettorentuinntøkurnar vuksu við 72 prosentum.
Í 2024 vaks rentuinntøkan aftur, men bert við 6 prosentum. Tað kemst av, at føroysku bankarnir øktu útlánsrentuna meira, enn innlánsrentuna. Tað gav bankunum betri rentumarginal, hóast hann hevur síðan verið minkandi.
Úrslitini eru økt hjá øllum bankunum í 2024 samanborið við 2023 uttan hjá Suðuroyar Sparikassa.
Rentingin av eginognini er millum 6,0 og 15,8 prosent.



Úrslit hjá føroysku bankunum
