KT-felagið hevur havt aðalfund. Nýggjur í nevndini er Reimund Langgaard, sum kemur í nevndina fyri Fróða Magnussen, ið ikki heldur fram. Harumframt vórðu Ulla Joensen og Gudny Langgaard afturvaldar.
Heimasíðan hjá Vinnuhúsingum skrivar, at Reimund Langgaard hevur gótt innlit og ein brennandi áhuga fyri at menna KT-vinnuna.
Nevndin hevur skipað seg, og Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna, eitt starv, hon hevur røkt síðan 2018.
Við henni á odda hevur KT-felagið staðið á odda fyri fleiri týðandi átøkum, sum hava styrkt arbeiðið hjá felagnum og sett KT á dagsskránna í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er framvegis at tryggja eina kappingarføra og sjálvberandi KT-vinnu.
Nevndin er mannað soleiðis:
- Reimund Langgaard, Intra
- Ulla Joensen, Elektron
- Gudny Langgaard, Nema
- Ólavur Ellefsen, Flowcore
- Kristian R. Davidsen, Føroya Tele
- Snæbjørn B. Jacobsen, Stýr