Tú lurtar eftir

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Verjupolitikkur má raðfestast í Føroyum

25.09.2023

Kjakið um trygdarpolitikk er kyknað av álvara. Tað er ikki so løgið. Seinnu árini hava vit kunna fylgt gongdini, har samstarvið millum stórveldini er versnað ár fyri ár. Tá Russland leyp á Ukraina, gjørdist stríðið ítøkiligt. Vesturheimurin er vaknaður við kaldan dreym, og flestu londini hava ásannað, at verjupolitikkur hevur verið forsømdur í áravís. Londini rundan um okkum økja tí útreiðslurnar til hernaðarútgerð. Gongdin er ikki hugalig, men soleiðis er veruleikin einaferð. Veruleikin er eisini, at Danmark fer at brúka 143 milliardir uppá verju næstu sjey árini. Felags grundarlagið undir komandi verjusemjuni á Fólkatingi staðfestir hetta. Avleiðingarnar av øktu spenningunum merkjast eisini í Føroyum. Tørvur er á betri eftirliti við, hvat gongur fyri seg í Norðurhøvum. Bæði á sjónum og í loftrúminum. Okkara sameindu vísa eisini á hendan tørvin. Vit hava harumframt sæð alskyns frágreiðingar, sum eitt nú Center for Militære Studier og Dansk Institut for Internationale Studier hava gjørt, sum eisini vísa á tørvin á betri eftirliti. Av teimum 143 milliardunum, sum skulu brúkast uppá verju, skal ein stórur partur brúkast í Arktis og í Norðurhøvum. Fyri Føroyar kann talan vera um íløgur í kritiskum infrastrukti, sjókaðalum, verjuskipum o.s.fr., skulu vit nøkta tørvin innan eftirlit. Talan er ikki um hernaðardubbing, men um eftirlit og at tað ber til at vísa øðrum londum, at tey kunnu ikki hóreiggja sær sum tey vilja. Veruleikin er tann, at danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av uttanríkis- og verjumálum. Veruleikin er tíbetur eisini tann, at Føroya Landsstýri er partur av tilgongdini at fremja átøk í Føroyum – soleiðis eigur tað at vera. Sum føroyskur fólkatingslimur eri vald av føroyska veljaranum til at umboða seg í Fólkatinginum í málum, sum viðvíkja Føroyum – tað er her, eg geri mína ávirkan galdandi. Til landsstýrið hevur gjørt av hvørji – um nøkur – átøk skulu gerast í Føroyum, fari eg at geva mítt íkast til kjakið. Eg havi saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi hjá Javnaðarflokkinum, gjørt eitt upprit við átøkum, sum áttu at verðið framd í Føroyum. Átøkini eru ikki tikin úr leysum lofti. Uppritið er grundað á kanningar, har aktørar og serfrøðingar hava víst á, hvør tørvurin er. Neyðugt er við góðum kjaki, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Tí gleði eg meg at skifta orð um verjupolitikk á einum tiltaki, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipar fyri í Smæruni hósdagin, 28. september, klokkan 19, og ikki í Reinasarínum, sum áður fráboðað. Sí meira um tiltakið her.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politiskar samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Politisk samrøða við Anniku Olsen og Beinir Johannesen

Bæði umboð fyri samgongu og andstøðu taka undir við nýskipanarnevndini hjá løgmanni, og vænta, at politiska sk…

09.09.2025
Føroyski búskapurin júst nú

Kjak í rásarúminum hjá FM1 um føroysku búskaparstøðuna millum Ruth Vang, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, o…

02.09.2025
Samrøða við Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen var á vitjan í rásarúminum hjá FM1 og tosaði við Árna Gregersen um núverandi politisku stø…

25.07.2025
Samrøða við Elsu Berg, borgarstjóra í Havn 22/07/2025

Borgarstjórin í Havn vitjaði í rásarúminum hjá FM1, har tosað var um politikkin hjá Tórshavnar kommunu og ólav…

22.07.2025
Longri prát við við løgmann 20/12/2024

Árni Gregersen tosaði við Aksel V. Johannesen um ymiskt sum er farið fram í 2024.

20.12.2024
2024-11-11 – Javnaðarflokkurin í Tórshavn

Vertir: Rigmor Dam og Uni Holm Johannesen. Valevnir: Barbara Gaardlykke Apol, Bergur Robert Dam Jensen, Birita…

11.11.2024
2024-11-08 – Sambands sending

Vertur: Bárður á Steig Nielsen, valevnir: Bergun Kass, Arni Carlsen, Jóhan Petur Johannesen

08.11.2024
2024-11-07 – Javnaðarflokkurin í Tórshavn
07.11.2024
2024-11-07 – Sambands sending

Vertur: Jóhan Dahl. Valevnir: Anita Heinesen og Geir Wardum

07.11.2024
2024-11-05 – Valsending hjá Fólkaflokkinum í Tórshavn

1. Ronnie Thomassen: Býarplanlegging (og kloakkir – grundleggjandi infrastrukturur) – 2. Høgni Vilhelsen: Triv…

05.11.2024
2024-11-05 – Javnaðarflokkurin í Tórshavn

Valevnir: Sára Gullfoss, Eyðbjørg Hansen, Milia Egilsnes Anda, Kristianna Winther Poulsen og Harald Joensen

05.11.2024
2024-11-05 – Sambands sending

Vertur: Eyðdis Hartman Niclasen. – Gestir: Pól Flosi Johansen og Ingvør Skaalum

05.11.2024
2024-11-04 – Sambandsflokkurin kommunuval ’24

Vertur: Helgi Abrahamsen – Valevnir: Annfinn Brekkstein og Maud Karbech Mouritsen

04.11.2024
‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfes…

18.09.2024
Samrøða við løgmann um politisku støðuna
25.07.2024
Norðurlandaráðið fyrstu tingsetu í Føroyum í morgin

Í dag og í morgin hevur Norðurlandaráðið sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon ve…

08.04.2024