FM1 hevur tosað við Regin Jacobsen, stjóra í Bakkafrost, nú felagið hevur boðað frá, at úrslitið fyri annan ársfjórðing er nógv verri enn vænta.
Regin Jacobsen sigur, at útlitini eru ikki góð, og laksaprísurin er framhaldandi lágur. Hann sigur eisini, at hetta vísir, at tað eru stórir vágar í alivinnuni, og at tað eisini eru rak ár.
Um støðuna í skotska partinum av Bakkafrosti, sigur Regin Jacobsen, at felagið er í ferð við at gera eitt sokallað turn-around
Regin Jacobsen, sigur at tað er torført at spáa um framtíðina, men Bakkafrost hevur meira fisk seinna hálvár.
Hoyr samrøðuna við Regin Jacobsen her: