Kravið í altjóða SOLAS reglunum um at skráseta navn, kyn og aldursbólk á teimum ið ferðast longri strekki við ferjum er ikki galdandi fyri strandfaraskipið Smyril, sigur Sjóvinnustýrið.
Aftaná at FM1 herfyri vísti til SOLAS reglurnar um trygd á sjónum, og at Smyril siglir uttan at lúka krøvini um skráseting av ferðafólkum, bað Strandferðslan um undantaksloyvi hesum viðvíkjandi fyri Smyril, upplýsir stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv.
Men heldur enn at geva undantaksloyvi gav Sjóvinnustýrið Strandferðsluni tað svar at kravið um at uppfylla nevndu SOLAS reglur kortini ikki er galdandi fyri siglingina hjá Smyrli.
“Sjóvinnustýrið hevur kannað reglugerðir í sambandi við skráseting av ferðafólkum umborð á Strandfaraskipum Landsins og eru komin til niðanfyristandandi niðurstøðu,” skrivaði Hans Johannes á Brúgv til Niels J. Nielsen, rakstrarleiðara á Strandferðsluni, við avriti til Niel Juel Arge, stjóra, tann 4. desember.
“Sambært kap. I, regel 4, 1.4 í ‘kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til ferðamannaskip í innanoyggjasigling (Fráboðan D)’ skulu øll ferðafólkaskip, ið virka í klassa A øki, lúka krøvini í kap. III í ‘kunngerð frá Sjóvinnustýrinum nr 141 frá 21. oktober 2021 um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS)’ – herundir regla 27, ið setur krav um at skráseta navn, aldur og kyn hjá ferðafólki umborð.”
“Smyril er bygdur til klassa A øki sambært fráboðan D, kap. I,” skrivaði Sjóvinnustýrið.
“Hinvegin so er alt virksemið hjá Smyril bara í klassa B øki. Grundað á hetta, metir Sjóvinnustýrið at tað ikki er grundarlag fyri at krevja at Smyril skal lúka krøv til klassa A økið, so leingi virksemi bara er í klassa B øki.”
Stjórin í Sjóvinnustýrinum legði afturat: “Sambært Fráboðan D, so er tað ikki eitt krav at skip ið virka í klassa B øki, skula lúka krøvini í SOLAS kunngerðini. Skipið skal tó liva upp til krøvini sambært Fráboðan D, ið ikki setur krav um at skráseta navn, aldur og kyn á øllum ferðafólkum umborð eins og kunngerð um SOLAS ger.”
“Klassi A er tað sum er uttan fyri fimm sjómíl úr grundlinjunum. SOLAS, kap. III er bert galdandi fyri Klassa A.”