, , ,

Smyril brýt­ur al­tjóða trygdar­reglur

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Hóast altjóða SOLAS reglurnar um ferðafólk umborð á skipum hava verið galdandi í Føroyum síðan 2017, siglir strandfaraskipið Smyril framvegis uttan at uppfylla hesar reglur – og uttan at avvarðandi myndugleikar tykist hava nakað at viðmerkja um tað.

Reglurnar áseta millum annað fyri størri ferðaskip at áðrenn hvørja fráferð skulu ferðafólkini teljast, umframt at teirra nøvn skulu skrásetast saman við skráseting av kyni og um talan er um vaksin, børn ella pinkubørn. Reglurnar eru knýttar at trygd umborð, serliga í sambandi við leitingar- og bjargingararbeiði í neyðstøðum sum kunnu uppstanda.

Sambært Unn Krákustein, sum er løgfrøðingur á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, vóru SOLAS reglurnar um ferðafólk settar í gildi í Føroyum á sumri í 2017 við fráboðan frá Sjóvinnustýrinum. Talan er um Kunngerð nr. 98 frá 30. juni 2017 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv og annað.

“Í hesum høpi er regla 27 viðkomandi,” segði løgfrøðingurin við FM1 og vísti til Kapitul 5 í fylgiskjølunum til kunngerðina.

“Sambært reglu 27 skulu allir persónar umborð á ferðafólkaskipi teljast áðrenn fráferð. Sambært reglu 27, nr. 3, skal navn og kyn á øllum umborð skrásetast, har tað eisini skal skiljast millum vaksin, børn og pinkubørn. Sambært reglu 27, nr. 5, kann Sjóvinnustýrið gera undantak frá reglunum um skráseting, ásettar í nr. 3, um ferðaætlanin ger tað ómøguligt í praksis.”

Sambært Sjóvinnustýrið verða allir persónar umborð á ferðafólkaskipum taldir áðrenn fráferð. Men einki bendir á at nøvnini á teimum ferðandi verða skrásett.

Elin Mortensen, aðalstjóri í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, lovar at kanna málið.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, sigur at hann fer at koma við einari viðmerking.

Vit hava eisini spurt stjóran á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, um eina viðmerking, uttan tó at hava fingið svar enn.

Vit spurdu Jóhan Petersen, sum er skipsverkfrøðingur og óheftur ráðgevi fyri reiðarí, um eina viðmerking. “Tá man hevur ásett at SOLAS reglurnar galda, so má man eisini uppfylla krøvini,” svaraði hann. “Hevur reiðaríið ikki biðið um og fingið undantak eftir reglunum, so er hetta ein trupulleiki.”

Regla 27 í fylgiskjølunum til kunngerðina sigur fylgjandi:

Oplysninger om passagererne
1. Alle personer om bord på passagerskibe skal tælles inden afgang.
2. Informationer om personer, som har erklæret et behov for særlig behandling eller hjælp i nødsituationer, skal optegnes og videregives til skibets fører inden afgang.
3. Desuden skal navn og køn på alle ombordværende, med skelnen mellem voksne, børn og spædbørn, optegnes senest 1. januar 1999 til brug for eftersøgning og redning.
4. De informationer, som kræves i stk. 1, 2 og 3, skal opbevares i land og være hurtigt tilgængelige for eftersøgnings- og redningstjenester, når det er nødvendigt.
5. Administrationen kan fritage passagerskibe fra bestemmelserne i stk. 3, hvis skibenes planlagte rejser ikke gør det praktisk muligt for dem at foretage sådanne optegnelser.