

Sølvi Vatnhamar: – Tað var rætt at døma umspark í samband við brotssparkið
14.05.2026Aftaná 1-2 hálvfinalutapið fyri HB á útivølli í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fekk Rúni á Reynatrøð orðið á veteranin hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar, ið mátti brúka tvey brotsspørk til at javna til 1-1, tí dómarin við fyrra brotssparkið metti, at HB-málverjin, Bjarti V. Mørk flutti seg ov tíðliga: – Tað var rætt at døma umspark í samband við brotssparkið. Heldur Sølvi.
















