Stjørnan skapti spenning um seinastu plássini í FM-endaspælinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EB – Stjørnan 33-37 (12-14)
Dómaraseðil á hsf.fo

Eitt av teimum fáu tingunum, sum tað er spenningur um í SMS-deildini er, hvørji lið enda nummar fimm og seks, sum eru tvey tey seinastu plássini, sum geva atgongd til FM-endaspælið.

Við sigri móti EB í dag, gjørdi Stjørnan hendan spenning upp aftur størri, tí nú skilja bara tvey stig StÍF, EB og Stjørnuna, sum kappast um hesi bæði seinastu plássini.

Dysturin í høllini á Eiði var leingi javnur, men nakað inn í seinna hálvleik fór Stjørnan nøkur mál fram um, og helt seg frammanfyri og vann dystin 37-33.

Hjá EB skoraði Silja Geirsdóttir Eystberg 12 mál, og meðan Tóra Eliasen skoraði 11 ferðir fyri Stjørnuna.


VB – Kyndil 17-37 (6-19)
Dómaraseðil á hsf.fo

Í Vági var, sum væntað, als eingin ivi, at Kyndil fór at vinna móti VB. 9-1 var tað, áðrenn VB fekk vent sær. Eftir hálvleiksstøðuna 19-6 til Kyndil, pyntaði VB nakað upp á støðuna í seinna hálvleiki, og dysturin endaði 37-17 til Kyndil.

Fyri VB skoraðu Leona Kjærbæk Djurhuus og Krista Mohr Leo fýra mál hvør, meðan Turið Arge Samuelsen hesaferð skoraði 14 mál fyri Kyndil.


Neistin – StÍF 23-19 12-8
Dómaraseðil á hsf.fo

Neistakvinnur komu fram um beinanvegin, tá ið StÍF vitjaði í Havn, og hildu seg framman fyri við nøkrum fáum málum allan dystin.

Tá ið tíggju minuttir vóru eftir kastaði málverjin hjá StÍF, Momoko Debes, í tóma málið hjá Neistanum, og so var bara eitt mál á muni 19-18. Nærri kom StÍF ikki, og Neistin vann 23-19.

Marjun Danberg skoraði fimm mál hjá Neistanum, og Josefine Dyring skoraði 8 mál hjá StÍF.


H71 – VÍF 30-24 (15-17)
Les serstaka dystargrein


Stigatalva í SMS-deildini

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1346527419126
H711344534410121
VÍF1341929512421
Neistin133393221715
StÍF11228312-846
EB13324433-1095
Stjørnan12296400-1044
VB12273409-1362