, , ,

Strand­ferðslan ‘kenn­ir einki til’ trygdar­krøv frá 2017

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Strandferðslan sigur nú at krøv um skráseting av ferðafólkum í sambandi við trygd á sjónum koma óvart á, hóast krøvini hava verið í gildi og lýst síðan 2017.

Í fleiri ár hevur Smyril, og møguliga onkur ferja afturat hjá Strandfaskipum Landsins, brotið altjóða SOLAS reglur fyri ferðafólkaskip, sum áseta at øll ferðandi av trygdarávum mugu skrásetast fyri hvønn túr við navni, kyni og aldursbólki, áðrenn loyst verður frá landi.

“Vit kenna faktiskt einki til hetta her,” segði Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, í gjár tá Árni Gregersen, útvarpsvertur á FM1, spurdi hann um Strandferðslan kendi nakað til krøv um at skráseta ferðafólk.

“Nei, tað gera vit ikki,” svaraði Niels Nielsen í tíðindasending.

“Hetta er fullkomiliga nýtt fyri mær,” legði rakstrarleiðarin afturat. “Vit eru blivin gjørd varug við tað í leypi av degnum í dag av Sjóvinnustýrinum, har tað er spurt inn til um vit gera tað. Tað kann eg so siga at tað gera vit ikki. Vit telja ferðafólkini, men vit skráseta tey ikki við navni og kyni og aldri og tílíkum.”

“Men hendan kunngerðin er komin í gildi longu í 2017. Hevur tú nakra hóming av hví hon er líkasum farin aftur við borðinum?”

“Nei, tað dugi eg faktiskt ikki at siga,” segði Niels Nielsen. “Vit koma at taka tað upp inni hjá okkum sjálvum. Vit eru heldur ikki gjørd varug við tað frá teimum myndugleikum sum vit hava rundan um okkum. Vit hava millum annað verið uttanlands í dokk við Smyrli og vit hava klassafeløg og Sjóvinnustýrið og… Vit kenna faktiskt einki til hetta her. Hetta kemur faktiskt úr klárum himli til okkum.”

“Hvat ætla tit at gera nú,” spurdi útvarpsverturin.

“Tað sum er í gongd nú,” svaraði Niels Nielsen, “tað er tað at vit eru við at gera eina bíleggingarskipan, har ið meiningin er at øll hava goldið tá tey koma umborð á ferguna hjá okkum. Tað er so ein møguleiki sum vit fara at kanna, um tað kann leggjast inn í ta skipanina; tað kann tað allarhelst.”

“Hvussu skjótt kann sovorðið ordnast?”

“Tað er jú ein spurningur um telduførleika ella teldumøguleikar og tað sum tey gera har. Eg dugi ikki ordiliga at siga akkurát hvussu skjótt tað tekur.”

“Hesin problematikkurin er ítøkiliga frá Smyrli, men eru tað onnur av ferðamannaskipunum sum kunnu hava somu trupulleikar,” varð rakstrarleiðarin aftur spurdur.

“Eingin av fergunum hjá Strandferðsluni skrásetir fólk við navni ella kyni ella aldri, einki.”