Tú lurtar eftir

Tíðindini klokkan 17 – tíð til rannsakan í Fraklandi

04.07.2023

Tað var týsdagin í síðstu viku, at 17-ára gamli drongurin Nahel, sum hevur norðurafrikanskar røtur, varð skotin av fronsku ferðsluløgregluni í París-forstaðinum, Nanterre. Eftir hesa hendingina byrjaði ógvisligur ófriður í fleiri fronskum býum, har eldur varð settur á fleiri bygningar og bilar, og tað, ið er sermerkt við ófriðinum hesa seinastu vikuna er, at tað hava serliga verið ungfólk, sum hava verið atvoldin til ófriðin. Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, svaraði aftur við at seta 45.000 eyka løgreglufólk út á gøturnar, har harðir bardagar vóru millum ung mótmælisfólk og løgregluna. Tað verður mett, at meira enn 3.000 fólk eru handtikin í samband við ófriðin seinastu vikuna, og í dag skuldi franski forsetin hittast við 220 franskar borgarstjórar at umrøða støðuna, nú ófriðurin – at síggja til – er við at hæsa av. Nú er eisini tíð til rannsakan í Fraklandi, eftir ógvisliga ófriðin seinastu vikuna, har millum annað ein politi-reformur hevur verið nevndur, men eisini betri møguleikar hjá teimum ungu at útbúgva seg. Tey høgrasinnaðu í Fraklandi vísa á, at hetta er ein avleiðing av óstýrdum innflytingarpolitikki, meðan tey vinstrasinnaðu siga, at hetta er eitt úrslit av ójavna og sosialari neyð. So eru tað tey, sum siga, at tað eru hesi bæði tingini tilsamans, ið eru orsøkin til ófriðin. Men eftir stendur spurningurin, hvat er tað sum ger, at Frakland nú enn einaferð upplivir tílíkan ófrið. Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, var í studio fyri at umrøða og greina ófriðin í Fraklandi hesa seinastu vikuna:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Tíðindasending (ljóð)

Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.

Allar sendingar í røðini
Tíðindi kl 17 hósdag – 23/10/2025

Shefa-kaðalin. – Danska fíggjarlógin og Sambandsflokkurin. – Talgild viðtala. – Yvir 400 íbúðir við Stórutjørn…

23.10.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 23/10/2025

Yvir 400 íbúðir við Stórutjørn. – Als skipanin. – Semja um Norðhavssildina. – M.A. Jacobsens heiðurslønir. – H…

23.10.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 22/10/2025

Nýtt oljufelag byjar í dag. – Pensjónir og mótrokning. – Strandferðslan ikki meldað, samrøða við: Niels Juel A…

22.10.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 22/10/2025

Strandferðslan ikki meldað, samrøða við: Niels Juel Arge. – Artic Circle. – M.A. Jacobsens kl 17. – 10 føroysa…

22.10.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 21/10/2025

Vónbjørt fekk Bókmentavirðislønina. – Seinasta paradís á jørð, samrøða við: Sakaris Stórá. – Tunnilin, samrøða…

21.10.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 21/10/2025

Seinasta paradís á jørð vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, samrøða við: Sakaris Stórá. – Tunnilin, samr…

21.10.2025
Tíðindi kl 17 mánadag – 20/10/2025

Sambýli á Argjum. – Jóhan Christiansen í klønum tráði. – Sjúrður Tollaksson. – Føroyingur í alivinnu í Kili, s…

20.10.2025
Tíðindi kl 12 mánadag – 20/10/2025

Herverk á bilar. – Sølan á Fiskamarknaðinum. – Donsk uppsjóvarskip avreiða. – Hans Pauli Strøm deyður. – Hans …

20.10.2025
Tíðindi kl 17 fríggjadag – 17/10/2025

Føroyar – Montenegro, samrøða við: Pætur Nolsøe. – Trýstið hækkaði í fjør. – Smidligari barsilsskipan. – Penga…

17.10.2025
Tíðindi kl 12 fríggjadag – 17/10/2025

Næsthægst skatt í Norðanlondum. – Trýstið hækkaði í fjør. – Elding keypt Artic Import, samrøða við: Jan á Líða…

17.10.2025
Tíðindi kl 17 hósdag – 16/10/2025

Útflutningurin hækkaður við einari milliard. – 12 hava søkt stjórastarvið. – 30 hava fingið heilsutrygdargjald…

16.10.2025
Tíðindi kl 12 hósdag – 16/10/2025

Útflutningurin hækkaður við einari milliard. – 30 hava fingið heilsutrygdargjald aftur. – løggan leitar eftir …

16.10.2025
Tíðindi kl 17 mikudag – 15/10/2025

Føroyar 9 pláss upp. – Vinarbýarsamstarv Vágur og íslendsk kommuna, samrøða við: Bjarna Johansen. – Ferðafólk …

15.10.2025
Tíðindi kl 12 mikudag – 15/10/2025

Ísraeli í Føroyum, samrøða við: Mickey Shemesh. – Maria 100 ár. – Harðskapsmál. – Bátur fór at leka. – Drekkiv…

15.10.2025
Tíðindi kl 17 týsdag – 14/10/2025

Formansskapurin vitjaði í Kanada. – Heilsuskúlin. – Soleiðis gekk í vinnuni. – Skopun krevur gjald. – Hondbólt…

14.10.2025
Tíðindi kl 12 týsdag – 14/10/2025

Skopun krevur gjald. – Soleiðis gekk í vinnuni. – Heilsuskúlin. – Slapp ikki inn í landið. – Føroyar U21, samr…

14.10.2025