Hugleiðing um høllina við Tjarnir og økið við Stórutjørn
Bæði úti og inni hava hundraðtals fólk seinastu dagarnar stríðst dag og nátt við at gera høllina við Tjarnir klára til almenna mótøku, sum verður í dag millum klokkan 11.00 og 17.00.
Sjáldan man ein byggiverkætlan hava havt so stóran áhuga, og tað av røttum. Tí høllin verður eitt skarvslop at føra Føroyar fram í tíðina.
Myndir: Høllin við Tjarnir frá útgrevstri til í dag
Bygningurin er stásiligur, kanska ikki eitt byggilistarligt meistaraverk, men tað nýtast allir bygningar ikki at vera. Kortini tekur bygningurin seg heilt væl út við sínum kromreyða liti, har hann trínur úr landslagnum uppi í Hoyvíkshaganum.
Hetta er enn eitt av bygningverkunum, sum flyta Føroyar inn í nýggjar bygningsfrøðisligar tíðir. Stórslignar, gjøgnumførdar og hugtakandi.
Norðurlandahúsið var nógv tann fyrsta, og bygningurin hjá Føroya Tele setti veruliga nýtt støði. Síðan eru Tórsvøllur, Glasir, Bakkafrost, Varpið og nýggi 50 metra svimjihylurin í Havn millum stórslignu bygningarnar, sum eru lagstir afturat.
Ein nýmótans niðursetubygd
Tíðliga í 2006 fingu føroyingar ein hvøkk, tá ið ígongdsetarin, Jákup á Dul Jacobsen, sum varð voðrin partur av íslendska íløguævintýrinum, kunngjørdi risastóru verkætlanina Stórutjørn í Hoyvíkshaganum. Verkætlanin var lýst sum ein nýmótans niðursetubygd.
Á 300.000 fermetrum skuldu handlar, vinna og ítróttur flytast fram í tíðina við bygningsverkum, sum ikki høvdu sæð sín líka áður í Føroyum. Í verkætlanini vóru 50 metra svimjihylur, baðilandi, skoytuhøll, heilsumiðstøð, hotell, ráðstevnuhøli, fótbólthøll, íbúðir, handilsmiðstø og golfvøllur.
Endamálið var at bøta um lívsgóðskuna hjá føroyingum og fáa bæði vinnulív og familjur at blóma.
Verkætlanin skuldi gera Føroyar meira kappingarførar við grannalondini og fáa føroyingar at flyta heimaftur úr útlegd.
Stórslignar tekningar vóru lagdar fram av verkætlanini, ið skuldi kosta millum 1,2- og 1,5 milliardir krónur.
Verkætlanin gjørdist seinni upp aftur størri, áðrenn alheims fíggjarkreppan, sum rakti Ísland serliga hart, gjørdi enda á hesum ævintýrinum.
Ein misseyndað høll
Tíðliga í 2018 vóru fólk spent, tá ið nýggja høllin á Hálsi varð tikin í brúk eftir stóra útbygging og umvæling. Gott nokk tók høllin meira fólk enn áðrenn, men onkursvegna var so illa farið fram, at høllin hvørki kundi góðkennast til altjóða hondbólt ella flogbólt. Harafturat var áður fjálga høllin fullkomiliga geld fyri alt hugnaligt huglag.
Áður so stolta høllin var oyðiløgd, og tað skulu vit kanska vera glað fyri í dag, tí høllin við Tjarnir var neyvan bygd, um nýggja høllin á Hálsi ikki var misseydnað.
Nýggjar hondbóltsstjørnur løgdu trýst á
Nakrar stórar dystir fingu vit kortini afturat í høllini á Hálsi. Eftir at hava spælt fleiri landsdystir uttanlands, gjørdi koronastøðan, at Føroyar fingu undantaksloyvi at spæla hondbóltslandsdystir í høllini.
Vit fingu fleiri søguligar løtur afturat í høllini á Hálsi, og tá ið nýggja ættarliðið av hondbóltsstjørnum lyfti okkum til skíggja, so gjørdist trýstið á myndugleikarnar so stórt, at ein nýggj høll mátti byggjast.
Loysnin gjørdist ein marghøll, líkasum ein, ið áður er bygd í Volda í Noregi.
Burturi í óbygdum
Í fyrsta umfari skuldi høllin standa beint við rundkoyringina ovast á Løgmannabreyt í Hoyvík, men tá ið boðað varð frá, at arbeiðið var farið í gongd, hendi einki beint við rundkoyringina.
Býráðið hevði avgjørt at flyta høllina longur norður í Hoyvíkshagan, norðanfyri Stórutjørn, beint við nýggja innkoyringarvegin, sum gongur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin gjøgnum Hoyvíkshagan, við tunli undir Húsareyn og víðari gjøgnum Markangil oman til Glasir.
Ein sunnudag fór eg til gongu at finna staðið, har høllin skuldi standa, og burturi í óbygdum beint omanfyri brennistøðina á Hjalla varð arbeiðið longu væl í gongd.
Síðan tá eru nógvir túrar gjørdir at forvitnast, hvussu høllin og innkoyringarvegurin hava tikið skap í tí, sum tilsamans er ein av størstu uppsetingum í føroyskari byggisøgu.
Skjótt er arbeitt. Maskinur og arbeiðsfólk í stórum tali hava arbeitt nærum út í eitt og hava klárað nakað so sjáldsamt sum at halda tíðarætlanina. Tað var ikki gamalt.
Nýmótans niðursetubygdin tekur skap
Høllin, sum nú eitur Høllin við Tjarnir, er nú klár at taka í brúk. Longu nú eru nógv stór tiltøk sett á skrá, hondbóltslandsdystir, konsertir, ráðstevnur og EM í dart, fyri at nevna nøkur.
Beint sunnanfyri høllina verður eisini planerað fyri býlinginum Stórutjørn, og beint niðan fyri høllina verður stórt nýtt vinnulívsøkið gjørt.
Verkætlanin Stórutjørn, sum Jákup á Dul Jacobsen legði fram í 2006, er 20 ár seinni spakuliga um at gerast veruleiki. Komandi árini verða kanska baðiland, skoytuhøll, heilsumiðstøð, hotell, ráðstevnuhøli, fótbólthøll, íbúðir, handilsmiðstøðir og golfvøllur bygd við Stórutjørn.
Nýmótans niðursetubygdin tekur skap, og vónandi verður hon so mikið væl frágingin, at hon fer at draga útisetar heim aftur at búgva.
Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo