

Tórður S. Guttesen gevst við hondbólti á hægsta støði – skaðar hava darvað hann seinnu árini
25.04.2026Í samrøðu við Tormóð P. Djurhuus fortaldi málverjin hjá Kyndli, Tórður S. Guttesen, at hann gevst at spæla hondbólt á hægsta støði, ið hvussu er fyri eina tíð. Skaðar hava darvað hann ov illa seinnu árini. Um FM-finalurnar staðfesti Tórður, at teir í Kyndli vóru als ikki nóg góðir, serliga illa í aðru og triðju finaluni.

Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands














