Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjanum á ymiskum umlættingarstovnum fyri børn, sum ikki eru undir barnavernd. Tað skrivar Umboðsmaðurin á heimasíðu síni.
Vitjanirnar vóru á Dáanum í Klaksvík, Mýrisóljuni í Runavík og Dreymsóljuni. Endamálið við vitjanunum var at tryggja, at børnini trivast og fáa neyðuga hjálp.
Á vitjanunum varð kannað, hvussu stovnarnir skráseta og skjalfesta arbeiðið, tryggja dátuvernd, og handfara tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin. Ein av viðmerkingunum frá umboðsmanninum var, at stovnarnir ikki hava lagað seg eftir avgerðum frá Føroya Kærustovni um at steðga inntrivum orsaka av vantandi starvsfólkaorku.
Eisini kom fram, at flutningstænasta manglaði til børn við fjølbreki, og hetta hevði ført til, at foreldrini sjálv máttu taka sær av flutninginum. Umboðsmaðurin heitti á Almanna- og mentamálaráðið um at taka støðu til at tryggja flutningstænastuna.
Løgtingsins umboðsmaður hevði eisini viðmerkingar um skúlagongd hjá børnum við breki. Tað var ikki nøktandi, at skúlatilboð ikki vóru klár til børnini. Undirvísingarstýrið ásannaði, at tilgongdin átti at gingið skjótari, og at broytingar í kunngerðini vóru neyðugar fyri at fáa hetta í lag.
Hølisumstøðurnar á umlættingarstovnunum vóru sum heild góðar, men felagshølini høvdu afturljóð, sum nervaði uppihaldið. Umboðsmaðurin mælti til, at stovnarnir betraðu um hesi viðurskifti og gjørdu kømrini meira barnavinarlig við lutum sum ljós, myndum og bókum.
Hesar viðmerkingar og tilmæli eru send til Almannaverkið og aðrar viðkomandi myndugleikar til viðgerðar.
Á myndini er Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður