Ungir borðtennisleikarar kappast í Íslandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seks ungir føroyskir borðtennisleikarar eru um vikuskiftið í Íslandi, har tey er við í kappingini BH Open í Hafnarfirði. Tað skrivar Bortennissambandið.

Spældar verða tvær kappingar leygardag og tvær sunnudag, har tann seinna sunnudagin er kapping í tvímansleiki.

Føroyar og Ísland hava samstarvað og kappast sínamillum í mong ár. Men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í júst BH Open hjá felagnum í Hafnarfirði.

Føroyski hópurin
Bogi Gardar Bringsberg (Tór)
Hadassa S. Christiansen (Tór)
Jákup Margar Debess (Tór)
Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
Suni á Lava (Tór)

Venjari og ferðleiðari: Fróði Fríðason Jensen