

Úrtøkan seinastu tveir triðingarnir hjá Skála var alt ov soltin
26.10.2024Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Knút B. Johannesen í samrøðu við Hera Simonsen seta orð á dystin B36-Skála 3-0 (0-0), ið endaliga sendi Skála niður í 1. deild. Hoyr eisini Knút taka samanum kappingarárið, har fyrsti triðingur var góður við 10 stigum, meðan seinastu tveir triðingarnar vóru soltnir við bert 11 stigum. Knút er vísur í, at Skála flytur upp aftur í Betrideildina komandi kappingarár.