

Venjarin hjá Molde er varin ikki at siga ov nógv
08.08.2023– Áskoðararnir á Tórsvølli kunnu vænta sær at síggja tað, ið Magne Hoset, Daniel Berg Hestad og Vegard Forren hava bygt upp í Molde. Tað sigur høvuðsvenjarin hjá Molde, Erling Moe. Hann væntar sær ein torføran dyst móti KÍ, men heldur seg hava sæð nøkur ting, har Molde kann straffa KÍ. Erling Moe rósar KÍ fyri evropeiska bragdið í summar, og heldur eisini, at tað hevur verið fult uppiborið. Rúni á Reynatrøð tosaði við Molde venjaran í gjárkvøldið undan venjingini hjá Molde á Tórsvølli:
