Viðmerkjarin hjá FM1: – U21 landsliðið avrikaði illa í fyrra hálvleiki men tað bleiv væl frægari
06.10.2026Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjarin, Jákup A. Olsen siga frá báðum málunum íslendska U21-landsliðið skoraði í 2-0 sigrinum á Føroyum á Tórsvølli. Ísland skoraði málini fyrstu 17 minuttirnar, og heldur Jákup, at føroyska avrikið í fyrra hálvleiki var ov vánaligt. Tað var tó munandi frægari í seinna hálvleiki, og við stigameti, 12 stigum er undankappingin samanumtikið góðkend.