Seta spurning við 20 ára aldurs­mark í FAS

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Partar av tí føroyska sjóvinnugeiranum seta spurning við 20 ára aldursmarkið sum fyri góðum 10 árum síðan varð sett í gildi fyri Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS. Hetta og annað av áhuga í sambandi við FAS verður umrøtt í sendingini Vinnuvarpið á FM1 kl. 16 í dag, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Jens Meinhard Rasmussen, formaður í felagnum Handilsskip, og Pauli Joensen, shipping ráðgevi og skipsmeklari, taka lut.

Eitt reiðarí við fimm farmaskipum, har umleið 65 fólk hava fulltíðarstarv, harav 42 føroyingar, harmast um at felagið ikki fær fleiri av sínum skipum undir føroyskt flagg orsakað av 20 ára aldursmarkinum.

Tvey av skipunum sum felagið hevur átt í nógv ár eru skrásett í Danmark, sigur stjórin í felagnum. “Orsøkin er at tey vóru danskt skrásett áðrenn tey vórðu keypt og FAS ynskir ikki at ov gomul skip koma inn undir føroyska flaggið. FAS loyvdi seinasta skipinum hjá okkum undir flaggið í 2024 hóast skipið var 23 ár. Ein reglugerð er sum ger at tað letur seg gera um skipið er væl rikið við meira.”

“DIS krevur at skipini verða umsitin í Danmark saman við danskari trygging og so víðari,” sigur reiðarin. “Hetta ger at vit mugu hava eitt danskt skrásett felag sum umsitir skipið hóast vit hava førleikar og arbeiðsorku til at umsita skipini úr Føroyum um tey vóru í DIS. Skipini klára seg sera væl í útlendskum havnum og eru ongantíð afturhildin so vítt eg veit.”

Hetta við 20 ára regluni og annað, eitt nú endamálið við FAS og hvørjar framtíðar ætlanir tann politiska skipanin hevur við skipaskránni, verður umrøtt í Vinnvarpinum í dag.