Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
– Løgið at Real Madrid ikki hevur ringt og keypt fýra spælarar

Longri samrøða við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, venjarar á føroyska landsliðnum, sum hava sitið við róðr…

19.11.2025
Eyðun Klakstein: Skuldu fingið eitt mál afturat

Tað endaði sum vit ætlaðu at vit vunnu dystin. Ikki pent, snøgt og trygt í samanspælinum allatíðina, men vit v…

18.11.2025
Helvtin av liðnum skift út

Nógvir nýggir fáa møguleikan at prógva seg í venjingardystinum móti Kasakstan týsdagin. 5 til 6 broytingar ver…

17.11.2025
Kroatiski landsliðsvenjarin: Føroyar eru eitt sterkt og disiplinerað lið

Tað eydnaðist Rúna á Reynatrøð stutt líka at fáa orðið á fyrikomandi kroatiska landsliðsvenjaran, Zlatko Dalic…

14.11.2025
Landsliðsvenjarin: Burdu vart betur og skotið fleiri mál

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein aftaná áttanda og seinasta HM-un…

14.11.2025
Liðskiparin: Vit kempaðu til tað síðsta

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við liðskiparan, Viljorm Davidsen aftaná 1-3 ósigurin fyri Kroatia í Ri…

14.11.2025
Hoyr málini, dystarendan og stutta samanumtøku Kroatia-Føroyar 3-1 (1-1)

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í HM-undankappingardystinum Kroatia-Føroyar…

14.11.2025
Ninni vann Fantasilið-kappingina og vann landsliðsferð til Kroatia

Ninni Hansen við liðnavninum Stitch vann landsliðsferðina til Kroatia við 1569 stigum. – Eg endaði í toppinum …

14.11.2025
Skulu ikki gera dystin til meira enn hann er

Dysturin skal spælast og tað hevur ofta hjálpt mær at fokusera uppá tað sum hendir í dag, og so tekur man morg…

14.11.2025
Væl sæð av The Sun, at Atli er “bad cop”

Allir mans eru tøkir og liðið er sett, sigur Eyðun Klakstein, sum í síðstu viku hevði vitjan av altjóða miðlum…

13.11.2025
Ási Dam vónar at fáa fyrstu minuttirnar á landsliðinum

Ási er glaður fyri at vera úttikin til landsliðið og følir, at tað er mennandi at venja saman við so góðum lei…

12.11.2025
Kamarið bleiv endavent av liðfeløgunum í Grimsby – á landsliðnum er meira friðarligt

Her er alt sum tað skal vera, sigur Geza David Turi, sum letur væl at umstøðunum í Rijeka. Hann sigur tað er s…

12.11.2025
Fara at bíta frá okkum í næstbestu deildini

Tað sigur liðskiparin hjá Sandnes Ulf, Gullbrandur Øregaard. “Gulli” tekur samanum eitt frálíkt kappingarár í …

11.11.2025
Poul er 24. maður í hópinum

Poul Kallsberg er glaður fyri nýggju tilveruna sum yrkisfótbóltsleikari í Hillerød, har millum annað eygnabrun…

11.11.2025
Samrøður við ársins leikarar Sólju Ernstdóttir og Árna Fredriksberg – og greining hjá Teiti Joensen

Hoyr løturnar tá Sólja Ernstdóttir og Árni Frederiksberg, ið bæði umboða KÍ fingu heiðrarnar: "Ársins spælari"…

08.11.2025
Her er øll “Ársins Leikara” sendingin ið var send beinleiðis frá Hotel Hilton Garden Inn

Her er øll sendingin: Ársins Leikari, ið FM1 og Portalurin skipaðu fyri á Hotel Hilton Garden Inn í Havn. Vert…

08.11.2025