Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Gullradio – beinleiðis við Løkin

Her ber til at hoyra gullradio, sum vit sendu í dag við NSÍ-spælarum, formanni og fjepparum

02.11.2026
Eyðun Klakstein: Ikki nøgdir við úrtøkuna higartil

Tað at vera nummar tvey í bólkinum er tó gott, nú farið verður undir avgerandi dystirnar í Nations League. Lan…

02.11.2026
Ari Mohr Jónsson: – Harmiligt tap men evropeiska plássið er tað týdningarmesta

Í samrøðu við Brynjar J. Poulsen harmast Ari Mohr Jónsson 1-3 tapið hjá HB fyri B36 í seinasta leikumfarinum. …

31.10.2026
Formaðurin hjá B68: – Liðið hevur verið ov óstabilt

Í samrøðu við Brynjar J. Poulsen harmast formaðurin hjá B68, Jóhannus Danielsen, at B68 flytur niður í 1. deil…

31.10.2026
Sigfríður S. Clementsen: – Tað eru tvey alt ov sterk lið sum flyta niður

Aftaná 0-2 tapið fyri Skála ÍF við Margáir tók Rúni á Reynatrøð samanum kappingarárið hjá EB/Streymi saman við…

31.10.2026
Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur: – Hetta er eitt stórt vónbrot

Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen staðfesti aftaná 0-1 tapið fyri AB og staðfestu niðurflytingi…

31.10.2026
Knút B. Johannessen: – Tað er fult uppiborið at Skála ÍF bjargar plássinum í deildini

Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið fekk Rúni á…

31.10.2026
Virkandi formaðurin hjá Skála ÍF: – Framtíðin er bjørt á Skála

Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið gjørdi Rúni…

31.10.2026
Høvuðsvenjarin hjá Skála ÍF: – Leikararnir hava verið heilt fantastiskir

Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið prátaði Rún…

31.10.2026
Fyrri málskjúttin hjá Skála ÍF: – Vit vóru klárir frá dystarbyrjan

Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið fekk Rúni á…

31.10.2026
Formaðurin hjá AB er lættur um hjartað nú

Tað hevur staðið nógv á formanninum í AB, Marius Thomassen hesa farnu vikuna. Tað viðgongur Marius í samrøðu v…

31.10.2026
Sigursmálskjúttin hjá AB: – Hetta hevur f…….. nógv at siga

Sigursmálskjúttin hjá AB – sum eisini var besti leikarin í Meistaradeildini í mars – Sjúrður Henriksen tók dýr…

31.10.2026
Liðskiparin hjá AB: – Hetta er bara heilt fantastiskt

Aftaná 1-0 sigurin á 07 Vestur og tryggjaði plássið í Meistaradeildini hjá monnum fekk Trygvi Absalonsen orðið…

31.10.2026
Emil Weihe Joensen: – Kenslan er heilt fantastisk

Hoyr samrøðuna Brynjar J. Poulsen gjørdi við Emil Weihe Joensen hjá NSÍ aftaná hann hevði fingið handað gullhe…

31.10.2026
NSÍ-liðskiparin: – Hetta rørir mítt gula hjartað

Hoyr samrøðuna Brynjar J. Poulsen gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Petur Knudsen aftaná hann hevði fingið handa…

31.10.2026
Høvuðsvenjaran hjá B36: – Gott at vinna á HB men eitt fimta pláss er ikki nøktandi

Í samrøðu við Brynjar J. Poulsen sigur høvuðsvenjarin hjá B36, at hann fegnast um at hava vunnið 3-1 á HB í se…

31.10.2026