Tú lurtar eftir

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

04.07.2024

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ. Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið. Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark. Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri. Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi. – Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth. Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð. – Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin. Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk. Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her:

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Ein fantastisk kensla – nú kann FM-veitslan av álvara byrja

Brynjar Poulsen fekk orðið á Jann Benjaminsen og Viljorm Davidsen stutt eftir seinasta bríksl á Svangaskarði -…

31.10.2026
Klæmint Olsen: – Ein forloysing av einari aðrari verð

Í 2007 hevði eg ikki ímyndað mær, at tað fór at taka 19 ár, til tað hendi aftur. Man hevur givið so nógv fyri …

27.10.2026
NSÍ-formaðurin: – Høvdu ikki roknað við at tað fór at ganga so skjótt eftir uppflytingina

Hetta er ótrúliga stórt fyri tey í økinum, og felagsskapurin sást veruliga í gjár, har eingi gummibein vóru at…

26.10.2026
Knudsen-familjan savnaðist eftir FM:-staðfesting – Kenni ongan við betri vinnaramentalitet enn babba

Og tað hevur hann borið víðari til okkum sum ungar spælarar – nú gekk tað í vaksnamannadeildini. Soleiðis segð…

25.10.2026
Venjarin hjá 07 Vestur: – Tað verður ein ótrúliga spennandi finala móti AB

Aftaná 2-1 heimasigurin hjá 07 Vestur á B68 fekk Trygvi Absalonsen orðið á venjaran hjá 07 Vestur, Tór-Ingar A…

25.10.2026
Mikkjal Hellisá stórfegnast um at EB/Streymur hevur bjargað plássinum

EB/Streymur megnaði á torførum útivølli at knógva javnleik 0-0 á torførum útivølli í Sarpugerði. Tað úrslitið …

25.10.2026
Tórður Thomsen um niðurflytingina hjá B68: – Kenslan er ræðulig

Tað var ein rættiliga tyngdur B68-málverji, Trygvi Absalonsen prátaði við aftaná, at niðurflytingin hjá B68 va…

25.10.2026
Liðskiparin hjá AB: – Tað hevur ikki koppað okkara veg síðani summarsteðgin

AB misti aftur eitt gott úrslit móti dystarenda í dag. AB hevði 1-0 leiðsluna móti Skála ÍF í 82 minuttir, men…

25.10.2026
Sigurjón Einarsson og Knút B. Johannessen vóru gestir í “3. hálvleiki”

Í kvøld var staðfesta meistaraheitið hjá NSÍ, umframt spennandi botnstríðið til viðgerðar í sendingini "3. hál…

25.10.2026
LJÓÐ-GULLKLUMPUR: Hoyr fleiri samrøður við fegnar NSÍ-arar, mál, dystarendan og samanumtøkuna hjá Eli og Trygva

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjarin, Eli Simonsen bróta Hera Wang Danielsen av í Sørvági, og…

25.10.2026
B71-formaðurin: – Hetta er ógvuliga týðandi fyri Sandoynna

– Vit hava bygt liðið upp, so fyritreytirnar at flyta upp eru góðar, sigur Búi Falkvard Clementsen eftir fyrst…

24.10.2026
“3. hálvleikur” við samrøðum og samanumtøkum frá dystunum í 25. umfarinum

Pætur Nolsøe reikaði í kvøld fyri sendingini "3. hálvleikur". Gestir vóru Teitur Matras Gestsson, hjálparvenja…

18.10.2026
Bjarki Nielsen: – AB skapti ikki nóg nógvar málmøguleikar

Aftaná 0-2 tapið fyri Víkingi í Sarpugerði prátaði Rúni á Reynatrøð við liðskiparan hjá AB, Bjarka Nielsen. Bj…

18.10.2026
Rani Hansen – tvímálsskjútti hjá Víkingi fyri fyrstu ferð í Meistaradeildini fegnast

Aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á AB í Sarpugerði fekk Rúni á Reynatrøð orðið á tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Ra…

18.10.2026
Hoyr málini og hoyr Gert Hansen taka samanum uppiborna 2-0 sigurin hjá Víkingi á AB

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá báðum málunum Víkingur skoraði í 2-…

18.10.2026
Venjarin hjá 07 Vestur harmast eina stigið sum var mist móti dystarenda

Í samrøðu við Pætur Nolsøe harmast høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, at hansara menn ikki vóru…

18.10.2026