Sjóvinnustýrið boðar frá, at viðgerðartíðin av Fast Track-váttanum kann verða longd fyri skip, sum ikki hava fingið ILO 188-sertifikat, tí stakroyndir sambært ILO 188 nú verða framdar.
Tá ið reiðarí søkja um Fast Track-loyvi frá Útlendingastovuni, krevst váttan frá Sjóvinnustýrinum, ið staðfestir, at fyritøkan og skipini ikki hava útistandandi mál. Fyrispurningar skulu sendast til Sjóvinnustýrið við upplýsingum um fyritøkuna og skipini.
Sjóvinnustýrið kannar, um øll neyðug skjøl eru í lagi, millum annað klassastatus, siglingarloyvi og ferðafólkaloyvi. Serligur dentur verður lagdur á Fráboðan A og krøv sambært ILO 188 um arbeiðsumhvørvi. Hjá reiðaríum uttan ILO 188-sertifikat verða stakroyndir gjørdar, sum fevna millum annað um arbeiðs- og hvílitíð, starvsavtalur, heimferð, kost og upplæring av sjófólki.
Tí er tað umráðandi hjá reiðaríum at hava neyðugu viðurskiftini í lagi fyri at fáa Fast Track-váttanina uttan óneyðuga seinking.