Nú ber til at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Almanna- og mentamálaráðið boðar nú frá, at tað ber til at søkja um stuðul til barna- og ungdómsarbeiði í næsta stuðulsumfari fyri 2025.

Á fíggjarlógini er játtan sett av til verkætlanir og tiltøk, sum eru til gagns fyri børn og ung, og stuðulin verður fíggjaður av teimum pengunum, ið ráðið fær frá sp/f Ítróttarvedding.

Øll, sum skipa fyri tiltøkum og verkætlanum, sum eru ætlað børnum ella ungum, eru vælkomin at senda inn umsókn. Serliga verða umsóknir frá verkætlanum, sum ikki frammanundan hava fingið játtan á fíggjarlógini ella eru uttanfyri kommunala játtan, raðfestar høgt.

Í hesum umfarinum eru 1,8 milliónir krónur tøkar, og freistin at søkja er hósdagin 18. septembur. Umsóknir skulu sendast til Almanna- og mentamálaráðið og verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað, sum er at finna á heimasíðuni hjá ráðnum, ella fæst við at venda sær beinleiðis til ráðið.

Umsøkjarar, sum longu hava fingið stuðul til eina verkætlan í fyrsta stuðulsumfari í ár, kunnu ikki søkja um stuðul til somu verkætlan aftur í hesum umfari.

Almanna- og mentamálaráðið sigur at hetta er eitt gylt høvi at styrkja arbeiðið við børnum og ungdómi kring landið, og ráðið heitir á áhugaðar at søkja í góðari tíð.