Hátíðarløta fyri yvirtikna sjórættin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sjórætturin er nú heilt og fult á føroyskum hondum. Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í Sjóvinnustýrinum í gjár. Tað skrivar

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg greiddi frá, at tilgongdin at taka yvir sjóøkið byrjaði longu í 2001 við trygd á sjónum. Síðan komu loðslóggávan í 2011, sjókortini í 2020, og í 2024 vórðu sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin.

Hon staðfesti, at sostatt eru øll viðurskifti á sjórættaraliga økinum nú á føroyskum hondum.

Umhvørvisstovan umsitur sjókortini, meðan Sjóvinnustýrið tekur sær av hinum økjunum.

Rikke Wetter Olufsen úr Søfartsstyrelsen og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, søgdu eisini nøkur orð.

Les røðuna hjá Siri Stenberg, landsstýriskvinnu.

Mynd: jn.fo