869 virkin barnaverndarmál í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Við ársenda 2024 vóru 869 virkin barnaverndarmál í Føroyum. Tað er um leið tað sama sum undanfarin ár. Tað stendur millum annað í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni.

Barnahúsið hevði ikki so mong mál, samanborið við tey 38 málini í 2023, sum var tað mesta nakrantíð. Í juli flutti Barnahúsið í nýggj høli, sum eru rættiliga rúmlig og væl egnað til endamálið, men treingja til umvælingar.

Fosturforeldraskipanin manglar framvegis góð fosturheim. Tað legst afturat við børnum, sum hava tørv á fosturfamiljum, bæði til fosturuppihald og umlætting.

Ætlanir eru um styrkt og serkøn fosturforeldur, men hetta krevur førleikamenning og størri starvsfólkatilfeingi. Frágreiðingin nevnir eisini, at fosturforeldur í farloyvi ikki fáa samsýning, sum svarar til vanliga inntøku, og mælir til, at tað verður brott.

Familjutænastan varð sett á stovn í endanum av 2024. Hon arbeiðir bæði í Havn og úti í heimum kring landið. Endamálið er at byrgja fyri at børn verða sett heiman við at stuðla og styrkja foreldrini. Tænastan byrjaði við trimum starvsfólkum í apríl 2025 og fór undir fyrstu familjutilgongdirnar í mai. Játtanin røkkur tó ikki til fullan rakstur.

Í mai varð sálarligur harðskapur loksins gjørdur revsiverdur. Sálarligur harðskapur er serstakliga álvarsamur og kann hava drúgvar og varandi avleiðingar. Tað er væntandi, at hetta fer at hava við sær fleiri áheitanir til barnaverndartænasturnar.