Øssur: – AB missir ov nógv stig móti dystarenda
13.09.2026Aftaná 1-1 (0-0) javnleikin hjá AB á heimavølli móti B68 fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen, ið harmast um at missa sigurin í yvirtíðini. Øssur heldur fyri, at AB hevur mist alt ov nógv stig móti dystarenda í hesum kappingarárinum. Øssur staðfestir, at AB megnaði ikki at binda fyri og økja til 2-0, og so leingi støðan bara er 1-0 lúrir vandin.