Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Jákup B. Andreasen: – Vit vóru sera uppsettir til dystin í dag
28.02.2026
André Olsen: – Vit eru klárir til kappingarbyrjan
28.02.2026
Marita Debess Magnussen leggur frá sær sum B36-forkvinna 1. mai

Tað ber ikki til at vera bæði tað og aðalskrivari í ÍSF. – Har skal eg seta meg inn í hvussu sambondini arbeið…

26.02.2026
Geza fer at goyma skitnu FA Cup-blusuna

Vit hava sjálvsálit sum lið, og tað kennist væl at spæla fast, sigur føroyingurin, sum varð kosin dagsins spæl…

16.02.2026
Eyðun Klakstein: – Vit mugu góðtaka treytirnar og taka av avbjóðingini

Ítróttarliga hava vit avgjørt ein møguleika í hesum bólkinum, sjálvt um langa ferðingin og fýra tættir dystir …

13.02.2026
– Kundi verið stuttligt at møtt Íslandi – men hugsa mest um tað ítróttarliga

Tíðliga í kvøld verður greitt hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti i Nations League í heyst. Eyðun Klakstein er í…

12.02.2026
Jóan Símun: – Dugi ikki at síggja hví vit ikki kunnu vinna á øllum hasum liðunum

Jóan Símun Edmundsson heldur, at føroyska landsliðið einki hevur at ræðast, nú Nations League-lutakastið nærka…

06.02.2026
Errin stóribeiggi: – Tað var hektiskt men eri bara glaður Andriasar vegna

– Sum 16-ára gamal fekk hann at vita, at hann ikki fór at spæla í Superliguni. Nú er Andrias Serie A-spælari, …

04.02.2026
Bjartalíð til Kasakstan: Torført at samskifta – men teir ætla at byggja rundanum meg

– Eg dugi ikki ordiliga at siga navnið á liðnum enn – og ei heldur skilji eg nógv. Men hetta er øðrvísi og spe…

03.02.2026
– Løgið at Real Madrid ikki hevur ringt og keypt fýra spælarar

Longri samrøða við Eyðun Klakstein og Atla Gregersen, venjarar á føroyska landsliðnum, sum hava sitið við róðr…

19.11.2025
Eyðun Klakstein: Skuldu fingið eitt mál afturat

Tað endaði sum vit ætlaðu at vit vunnu dystin. Ikki pent, snøgt og trygt í samanspælinum allatíðina, men vit v…

18.11.2025
Helvtin av liðnum skift út

Nógvir nýggir fáa møguleikan at prógva seg í venjingardystinum móti Kasakstan týsdagin. 5 til 6 broytingar ver…

17.11.2025
Kroatiski landsliðsvenjarin: Føroyar eru eitt sterkt og disiplinerað lið

Tað eydnaðist Rúna á Reynatrøð stutt líka at fáa orðið á fyrikomandi kroatiska landsliðsvenjaran, Zlatko Dalic…

14.11.2025
Landsliðsvenjarin: Burdu vart betur og skotið fleiri mál

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein aftaná áttanda og seinasta HM-un…

14.11.2025
Liðskiparin: Vit kempaðu til tað síðsta

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við liðskiparan, Viljorm Davidsen aftaná 1-3 ósigurin fyri Kroatia í Ri…

14.11.2025
Hoyr málini, dystarendan og stutta samanumtøku Kroatia-Føroyar 3-1 (1-1)

Hoyr Rúna á Reynatrøð siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í HM-undankappingardystinum Kroatia-Føroyar…

14.11.2025