Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Tvey mál og stigamet í gjár – nú úttikin til A-landsliðið: – Hetta er fantastiskt

Aron Benjaminsen setur orð á mál hansara í Estlandi og kensluna í dag. 18-ára gamli vongurin er ávegis til Før…

26.09.2026
Eyðun Klakstein: Ein nýggj støða – men skulu byggja á tað góða frá í fjør

A-landsliðsvenjarin fegnast um, at teir hjá Kasakstan eru lendir, so at tað ikki skal fylla. Eftir tíðindafund…

25.09.2026
Ólavur Mikkelsen: – Spælararnir eru ógvuliga spentir

U21-landsliðsvenjarin vísir á, at estar hava nógvar styrkir – serliga á heimavølli – men at føroyingar eru væl…

25.09.2026
Áki Samuelsen: – Hevði ikki sagt nei takk til eitt pláss í byrjanaruppstillingini

Tað verður fantastiskt at spæla fyri A-landsliðið á Tórsvølli og á leikvallum kring Evropa, sigur Mjällby-vong…

24.09.2026
Hoyr hvussu KÍ vann finaluna – og hoyr sigursmálskjúttan og liðskiparan seta orð á sigurin

Hoyr 1) Pætur Nolsøe sigur frá málunum og dystarendanum í minniligu steypafinaluni hjá kvinnum HB-KÍ 2-3 (1-1)…

19.09.2026
Jón Steingrímsson: – Vánaliga gongdin hjá AB má steðgast

Aftaná 1-4 (0-2) tapið hjá AB fyri HB á ovara vølli í Gundadali fekk Sjúrður H. Hoydal orðið á Jón Steingrímss…

19.09.2026
Ari Mohr Jónsson: – Vit eru effektivir og disiplineraðir í dag

Aftaná 4-1 (2-0) stórsigurin á AB á ovara vølli í Gundadali fekk Sjúrður H. Hoydal orðið á triðja málskjúttan …

19.09.2026
Arnbjørn Svensson: – Hetta var eitt kollektivt kollaps hjá Víkingi

Víkingur hevði greiða 3-0 leiðslu móti 07 Vestur í Sarpugerði, men 07 Vestur vendi dystinum og javnaði til 3-3…

19.09.2026
Tór-Ingar Akselsen – 07 Vestur fer at klára hetta

Aftaná eina ótrúliga vend, har høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen sá sínar menn venda 0-3 til ja…

19.09.2026
Hoyr sigursmálið og samrøðu við sigursmálskjúttan hjá EB/Streymi

Tá Laurits Nørby hjá EB/Streymi úr 23-24 metrum hamraði bóltin í netið í 95. minutti á Svangaskarði til støðun…

19.09.2026
Jákup er ikki samdur við brotssparksdóminum B36 fær ímóti sær

Aftaná 1-2 (0-1) tapið hjá B36 fyri NSÍ á heimavølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B36, Já…

18.09.2026
Petur Knudsen: – NSÍ leggur eitt sera professionelt avrik fyri dagin

Aftaná 2-1 (1-0) sigurin hjá NSÍ á B36 á ovara vølli í Gundadali fekk Trygvi Absalonsen orðið á liðskiparan og…

18.09.2026
Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ iðrar seg um tvey mist stig

Aftaná 2-2 (2-1) javnleikin hjá KÍ móti Skála ÍF á heimavølli fekk Brynjar J. Poulsen orðið á nýggja høvuðsven…

18.09.2026
Silas Gaard fegnast um fyrsta málið og týdningarmikið stig á útivølli

Aftaná 2-2 (2-1) javnleikin hjá Skála ÍF móti verandi meistarunum, KÍ á útivølli fekk Brynjar J. Poulsen orðið…

18.09.2026
Viljormur: – Vit skulu tora at miðja móti høgum málum

Eitt triðja pláss í hesum bólkinum er minsta krav, men vit vilja meira, sigur royndi Viljormur Davidsen undan …

15.09.2026
Ólavur Mikkelsen: Gleðiligt at vit senda spælarar upp á A-landsliðið – vænti nógv av Aroni og nýggju spælarunum

U21-landsliðsvenjarin setti eftir úttøkuna orð á tað at vera uttan Mattias Hellisdal og Áka Samuelsen, at hava…

14.09.2026