Tú lurtar eftir

Kaimar Saag: – Dysturin var javnur

13.07.2023

– Tað var stuttligt at síggja nakrar av mínum gomlu liðfeløgum aftur. Tað sigur fyrrverandi estiski áleyparin hjá B36, Kaimar Saag, Hann helt, at dysturin millum B36 og Paide var javnur, men at lið hansara ynskir at koma víðari til næsta umfar, tá liðini hittast aftur í komandi viku. Hoyr samrøðuna her, ið Trygvi Absalonsen hevði við Kaimar: Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Saag er fyrrverandi landsliðsframherji. – Eitt av sínum trimum landsliðsmálum skeyt hann á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Um hetta mundi spældi hann í danska Silkeborg. Seinni fór hann eitt rend til Svøríkis og Norra, áðrenn hann kom til Føroya at royna seg. Í B36 royndi Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36. – Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar við heimasíðuna. Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Eyðun Klakstein: – Hendan avbjóðingin fer at krevja nógv av okkum

Føroyska landsliðið skal vera saman í 16 dagar og spæla fýra dystir innan 11 dagar, og týðandi spælarar eru ik…

14.09.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – AB legði seg ov tíðliga aftur at verja

Hoyr frásøgumannin, Brynjar J. Poulsen og viðmerkjaran, Kára Nielsen siga frá málunum í dystinum AB-B68 1-1 (0…

13.09.2026
Øssur: – AB missir ov nógv stig móti dystarenda

Aftaná 1-1 (0-0) javnleikin hjá AB á heimavølli móti B68 fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá AB…

13.09.2026
Liðskiparin hjá B68 er ikki nøgdur við dømingina í dystinum á Argjum

Aftaná 1-1 (0-0) javnleikin hjá B68 móti AB inni í Vika fekk Brynjar J. Poulsen orðið á liðskiparan hjá B68, H…

13.09.2026
Arnbjørn Svensson: – Víkingur fer eftir at enda so ovarliga sum gjørligt

Aftaná 1-1 (1-1) javnleikin millum NSÍ og Víking við Løkin fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Arnbjørn Svensson hjá…

13.09.2026
Emil W. Joensen: – NSÍ kann liva við einum stigi men spælið haltaði

Aftaná 1-1 (1-1) javnleikin hjá oddaliðnum, NSÍ móti Víkingi við Løkin fekk Rúni á Reynatrøð orðið á Emil W. J…

13.09.2026
Fróði fegnast um ein sigur í fyrsta dystinum sum høvuðsvenjari hjá KÍ

Fróði Benjaminsen legði fyri sum høvuðsvenjari hjá KÍ við at vinna 1-0 á 07 Vestur á útivølli í Sørvági. Tað b…

13.09.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – NSÍ burdi farið meira eftir sigrinum

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá málunum, ið vóru skotin í dyst…

13.09.2026
Heini Vatnsdal: – Hetta var ein strika í rokningini

Aftaná 1-2 (1-0) tapið hjá B36 fyri EB/Streymi við Margáir fekk Trygvi Absalonsen orðið á verjuskansan hjá B36…

13.09.2026
Sigfríður stórfegnast um ein flottan seinna hálvleik hjá EB/Streymi

Hoyr 1) Trygva Absalonsen siga frá málunum og dystarendanum EB/Streymur-B36 2-1 (0-1) og 2) samrøðuna Trygvi h…

13.09.2026
Odmar Færø: – KÍ spældi bara nóg væl fyrstu 15-20 minuttirnar

Pætur Nolsøe fekk orðið á ein vónbrotnan verjuskansa hjá KÍ, Odmar Færø aftaná 0-2 steypafinalutapið fyri Víki…

05.09.2026
Viðmerkjarin hjá FM1: – Eitt ótrúligt avrik hjá undirtippaða liðnum úr Eysturkommunu

Hoyr frásøgumannin, Trygva Mortensen og viðmerkjarin, Trygva Mortensen siga frá báðum málunum Víkingur skoraði…

05.09.2026
Gullprát við fegnar Víkingar

Hoyr samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi aftaná Víkingur hevði vunnið 2-0 á KÍ í finaluni um løgmanssteypið á Tórs…

05.09.2026
Hoyr Jóan Paula Jacobsen, Jákup Ósá og Eli Simonsen meta um steypafinaluna

Her eru samrøðurnar Pætur Nolsøe hevði í undansendingini áðrenn finaluna um løgmanssteypið millum Víking og KÍ…

05.09.2026
Sigfríður S. Clementsen: – Ikki væl umhugsað við bæði steypafinalusteðgi og landsliðssteðgi

Aftaná 0-3 (0-1) tapið hjá EB/Streymi fyri KÍ í Klaksvík fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB…

31.08.2026
Odmar Færø: – EB/Streymur gav okkum ein harðan dyst

Aftaná 3-0 (1-0) heimasigurin hjá KÍ á EB/Streymi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á verjuskansan hjá KÍ, Odmar F…

31.08.2026