

Agnar Prestá: – HB hevði eina greiða dystarætlan og vann uppiborið
21.06.2026Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum á B36. HB hevði eina greiða dystarætlan og vann uppiborið, helt Agnar fyri aftaná dystin. Venjara-effektin riggaði avgjørt. Hinvegin er at undrast á hví HB ikki hevur havt fleiri slík avrik. Um B36 heldur Agnar, at teir hava eitt slakt tíðarskeið nú, og teir mugu fáa tingini at rigga aftur, um teir vilja sleppa út í Evropa komandi summar. Meir um dystin verður í sendingini “Triði Hálvleikur”, ið byrjar klokkan 19.30.















