Aleksandar Jovevic: – Reyða kortið knústi leikætlanina hjá B68
16.08.2026Aftaná 0-2 (0-2) útitapið hjá B68 fyri HB fekk Trygvi Absalonsen orðið á høvuðsvenjaran hjá B68, Aleksandar Jovevic. Aleksandar staðfestir, at reyða kortið Sebastian Lau Nielsen fekk tíðliga í dystinum knústi leikætlanina hjá B68. Løtu seinni var 2-0 til HB. Aleksandar hevur góðar vónir um, at B68 kann skava nóg mikið av stigum saman til, at teir kunnu yvirliva í deildini.