Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politiskar samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Teir tulka tjóðarsemjuna

Orðadrátturin gjørdist hvassur, tá ið Aksel V. Johannessen, løgmaður, og Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi l…

06.03.2026
– Tað er ein snaring til høgru, meðan vit kanska liggja meira til vinstru

Sámal Petur í Grund staðfestir, at tað er trupult hjá Sjálvstýri at fáa valevni eftir at ikki hava verið á tin…

05.03.2026
Samgongan tosar um haldføri, men tað endar við hallføri

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jenis a…

03.03.2026
Skuldin vaksandi – ikki ein haldbar støða
02.03.2026
– Vit hava nógv at arbeiða við og fólkatingsvalið fer at órogva

Sessirnir burdi verið avtiknir, halda Eirikur í Jákupsstovu (E) og Bjarni Kárason Petersen (F) – Vit noyðast a…

27.02.2026
– Tjóðveldi dettur niður ímillum – hugstoytt hjá Sambandsflokkinum

Loysing skal man ikki nevna í ov stóran mun, og Aksel V. Johannesen vinnur uppá taktiska spælið í vikuni, held…

27.02.2026
Sjúrður Skaale ikki tikið støðu um løgtingsvalið

– Eg noyðist at tosa við flokkin, sigur fólkatingsmaðurin, sum staðfestir, at fólkatingsvalið fer at standa í …

27.02.2026
– Um flokkurin vil hava meg til bæði valini eri eg til reiðar

Anna Falkenberg kann enda við at standa á báðum valevnislistunum hjá Sambandsflokkinum í mars. – Onkursvegna e…

26.02.2026
Valstríðið sett í gongd á FM1

Hoyr samrøður úr tinginum við umboð úr øllum flokkunun, umframt Sonju Jógvansdóttir, beint eftir at løgmaður ú…

25.02.2026
Eingin visti av hesum

Aksel V. Johannesen, løgmaður boðaði ikki hinum samgonguleiðarunum frá, at hann fór at útskriva val. Hoyr samr…

25.02.2026
Tjóðveldistingmaður: – Múlaleiðin er tann betra og bíligari

Arbeiðið hevur ikki verið nóg gott, heldur Erling Eidesgaard, sum hevur verið við at leggja broytingaruppskot …

25.02.2026
– Eg vænti vit aftur standa saman í dag

Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum viðurkennir, at fyrimunir kunnu vera við alternativu farleiðini – men …

25.02.2026
Viðmerkjarar: Her er røringur í millum viðgerðirnar

– Um premissan er, at samgongan skrædnar, so dugi eg at síggja fyri mær, at Framsókn kann taka seg úr, ella at…

24.02.2026
Stóri meirilutin kom ikki óvæntað

Tað kunnu koma broytingaruppskot til triðju viðgerð, men tað verður ikki frá fíggjarnevndarmeirilutanum, staðf…

23.02.2026
– Vit mugu tryggja vælferðarsamfelagið og arbeiða við styttu arbeiðsvikuni

Margit Stóra staðfestir lætnað eftir, at pensjónsmálið fór ígjøgnum við aðru viðgerð: Hetta er neyðugt, men al…

23.02.2026
Pensjónsmálið er eitt samgongumál – Suðuroyartunnilin er ikki

Vit noyðast at fáa tað fíggjarliga uppá pláss fyrst, staðfestir Karlot Hergeirsson úr Framsókn, sum er ímoti v…

23.02.2026