Tú lurtar eftir

‘Eitt ordiligt tak’ at upp­rað­festa við­líka­haldið av vega­kervi – Dennis Holm

18.09.2024

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur at Landsstýrið arbeiðir við at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegunum og at hetta er ein uppgáva sum krevur breiða politiska undirtøku. Í samrøðu fyrr ídag við Árna Gregersen á FM1 viðgekk Dennis Holm at viðlíkahald og trygd í eldri tunlum ikki liggja á nøktandi stigi í løtuni. “Fleiri av teimum gomlu tunlunum, eins og Landsverk greiddi frá í Degi og Viku fyrr í vikuni, liva ikki upp til tey krøvini sum eru ídag,” segði landsstýrismaðurin. “Teir liva upp til tey krøvini sum vóru tá tunlarnir blivu gjørdir. So tað er neyðugt at fara at hava størri fokus frá landsins síðu av – at fáa økt um játtanina til viðlíkahald av bæði vegum, brúm og tunlum. Tað hava vit sett hol á, men tað krevur nógv størri orku frá tí samlaða politiska landslagnum, frá øllum flokkum. Tí hetta er eitt ordiligt tak sum skal gerast tey komandi nógvu árini og ikki bara eitt ár í senn.” Árni Gregersen spurdi so: “Kann væntast at nakað av hesum her sæst aftur á uppskotinum til fíggjarlóg sum verður lagt fram síðst í mánaðinum?” Til hetta svaraði Dennis Holm: “Vit hava gjørt eina uppraðfesting av viðlíkahaldinum til landsvegakervið generelt – asfaltering – og tað sæst eisini aftur í tí játtanini sum hevur verið á landsvegakervinum seinastu árini, og tað fer eisini at síggjast á tí komandi fíggjarlógini. Men tá tað er sagt, so er tað jú ein realitetur at vit noyðast at gera heilt onnur ting. Vit arbeiða eisini við nøkrum tankum um hvussu tað kann skipast, og fara at royna at taka upp ta diskssiónina upp við øllum flokkum, soleiðis at vit fáa gjørt eina langtíðar avtalu um at vit noyðast at uppraðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum sum heild.”

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Næstan tøgn um hvat korona gjørdi við fólkaræðið og kjakmentanina

Skjótt seks ár eru síðan koronufarsóttin rakti. Beinta Løwe, sum var virkin politikkari meðan korona leikaði á…

09.11.2025
Ben Arabo: Ikki altíð neyðugt at fara í ein ov stóran jakka

Hoyr samrøðuna Árni Gregersen hevði við Ben Arabo um sparingar í landsumsitingini, og tankar um eitt meira ras…

06.11.2025
– Vegurin skal uttan um Sands bygd

Sandingar eru ørkymlaðir um vegaføringina av Suðuroyartunlinum. Vegurin skal ganga uttan um bygdina er niðurst…

06.11.2025
Løgmaður: Samfelagið skal vera meira rationelt

Hetta var byrjanin og nú verður hugt eftir, hvat meira kann gerast fyri at effektivisera. Nýskipanarnevndin ke…

04.11.2025
Tá níggju bleiv til seks

Løgmaður kunngjørdi á tíðindafundi, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar verða koyrd til hús. FM1 sen…

04.11.2025
Jóannes Eidesgaard og Bárður á Steig Nielsen um broytingar í landsstýrinum

Jóannes Eidesgaard, politiskur viðmerkjari, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum vóru í tíð…

04.11.2025
Politisk samrøða við Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen var gestur hjá Árna Gregersen í dag. Prátað var um Ríkisrættarligu støðuna, búskaparliga h…

30.10.2025
Kjak um fíggjarlógaruppskotið

Í dag hava gestir Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, og Magnus Rasmussen, nevndarlimur í fíggjarn…

30.09.2025
Ruth Vang kann ikki útihýsa at sparingar raka almenn starvsfólk

– Vit halda ikki at tað fer at ávirka kjarnutænastur sum vit veita, men vit kunnu ikki útihýsa, at tað rakar o…

30.09.2025
Eidesgaard: Hetta málið kann útloysa forfólkastríð

Sambandsflokkurin hevur í kvøld fund við forfólkini í limafeløgunum kring landið, har støðan í flokkinum verðu…

26.09.2025
Avbjóðingarnar á eldraøkinum

Búskaparráðið kom í dag við eini temafrágreiðing um búskapin hjá kommununum og eldraøkinum. Gestir: Johnny í G…

25.09.2025
Fast sæti í formansskapinum frá á nýggjárinum

Broytingar eru at hóma í norðurlendska samstarvinum. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum mælir nú til, at Føro…

18.09.2025
Politisk samrøða við Anniku Olsen og Beinir Johannesen

Bæði umboð fyri samgongu og andstøðu taka undir við nýskipanarnevndini hjá løgmanni, og vænta, at politiska sk…

09.09.2025
Føroyski búskapurin júst nú

Kjak í rásarúminum hjá FM1 um føroysku búskaparstøðuna millum Ruth Vang, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, o…

02.09.2025
Samrøða við Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen var á vitjan í rásarúminum hjá FM1 og tosaði við Árna Gregersen um núverandi politisku stø…

25.07.2025
Samrøða við Elsu Berg, borgarstjóra í Havn 22/07/2025

Borgarstjórin í Havn vitjaði í rásarúminum hjá FM1, har tosað var um politikkin hjá Tórshavnar kommunu og ólav…

22.07.2025