Vestpack sum framleiðir pakkitilfar úr plasti og pappi hevur úr at gera og umhugsar at gera íløgu í ein nýggjan extrudara fyri at økja um framleiðsluorkuna. Framleiðslan koyrir alt samdøgrið og ofta alla vikuna, men kortini stendur á at levera alt sum kundarnir vilja hava, upplýsir Áki Olsen, forstjóri.
Virkið framleiðir sambært stjóran umleið 1.000 tons av plasti um árið. Av hesum er umleið ein triðingur posar til framleiðsluna hjá uppsjóvarvirkjunum. Í miðal verða um dagin framleiddir 25.000 av hesum 12 kg posum, ella níggju milliónir av teimum um árið.
Av aðrari plastframleiðslu kunnu nevnast ruskposar til húsarhald, sum verða gjørdir úr endurnýttum plasti. Eini 250 tons um árið verða framleidd av hesum, tað er umleið ein millión ruskposar.
Hartil koma aðrar plastvørur til ídnaðin og aðrar aftur til húsarhaldini, eitt nú frystiposar.
Pappeskjur og aðrar pakkivørur er eisini ein týðandi partur av framleiðsluni. Somuleiðis selir Vestpack arbeiðsklæðir har virkið eisini bjóðar seg til at prenta firmanavn, logo ella annað á klæðini.
Umframt at selja til tann føroyska marknaðin, verður nakað útflutt, serliga til fiskavirkir í Íslandi.
Fyri uttan pakkitilfar veitir Vestpack eisini kemikaliur til fiskivinnuna í sambandi við eitt nú súrløgu. Talan er um kundar í Føroyum og í útlondum, sambært stjóran.
“Vit arbeiða 24/7 fyri tað nógva nú, tí nøgdirnar okkara kundar skulu hava eru stórar,” segði Áki Olsen við FM1. “Í seinastuni eru eisini komnir fleiri fyrispurningar úr útlondum, og tað er keðiligt at siga nei til ordrar. Tí umhugsa vit nú at seta upp ein extrudara afturat so vit kunnu klára at framleiða meira.”
“Hetta er eina íløga fyri milliónir, og avgerðin um hana verður tikin til jóla,” legði Áki Olsen afturat.
Plastframleiðslan hjá Vestpack er av tí slagnum ið nevnist LDPE (low density polyethylene). Rávøran kemur úr Finnlandi, europeiska meginlandinum og Miðeystri.
Eini 30 fólk arbeiða á Vestpack.